Bólkarnir sum vera við í ár eru: I am og MMM, sum báðir hava luttikið í Prix Føroyar kappingum, umframt G-sus og gospelkórið VOX. Umframt hesar fýra bólkarnar luttekur eisini lovsangsbólkurin Prayz á konsertini [...] tónleika- og sangstíli, kann ikki annað enn væntast at vit fáa eina sera fjølbroytta konsert. Atgongumerki fáast við dyrnar.
Stjørna Sanne Salomonsen, Lars H.U.G og Guðrun Sólja Jacobsen eru milum teirra, sum skulu draga fólk til, tá TV2 og DR í næstum skipa fyri stuðulskonsert fyri krígsofrum í Irak. Hetta er greiða útmeldingin [...] eitt sindur ilt at meta um. Danska Ekstra Blaðið skrivar á netinum, at enn eru ikki serliga nógv atgongumerki seld, og blaðið finst eisini at, at prísurin fyri hesi er so høgur sum 375 kr. Hetta tykist tó
kann geva atgongumerki til Skanderborg festivalin. Umframt hetta, so ognaðu Gestir sær eitt atgongumerki til Nibe festivalin tann 27. juni. ? Vit høvdu ikki væntað, at sloppið við á nakran festival, men vit [...] vit bara at fáa tað at sodna, og royna at hugsa um, hvat hetta inniber. Vit skulu í studio og til festival, og hetta er sjálvandi stuttligt. Men hetta er eisini ein stór avbjóðing, so nú fara vit at venja
tí konsertirnar á sandinum enda á midnátt. Talan er um tvey sløg av atgongumerkjum. A-atgongumerki og B-atgongumerki, sum kosta ávíkavist 485 og 350 krónur. A-atgongumerkini geva atgongd til øll tiltøkini [...] Kambsdali. ? Vit kunnu ikki selja meira atgongumerki enn vit kunnu hýsa inni eisini. Men tá tað festivalurin nærkast kunnu vit síðani taka støðu til, hvussu nógv atgongumerki vit selja, so tí er tað eitt avmarkað [...] Atlantic Airways selur pakkaferðir gjøgnum Greengate til G!festivalin úr Íslandi, Danmar, Noregi, Englandi og Skotlandi. Ein tann størsti stuðulin til G! festivalin er Norðurlendski Mentanargrunnurin. Hann
nógv fólk til bygdina. Bæði útlendingar, fjølmiðlar, føroyskir festival gestir og onnur fara at leita sær til Gøtu. Fyrireikararnir síggja G! festivalin sum eina avbjóðing bæði fyri teir sjálvar og fyri [...] tíðindaskrivi. Á G!festivalinum verða nógv spennandi nøvn. Høvuðsnavnið er uttan iva Bomfunk MC´s úr Finlandi, men onnur spennandi nøvn, sum eitt nú K-SYSTEM, Úlpa, Glorybox, Eivør, Clickhaze, Hanus G. Johansen [...] Gøta: Í sambandi við, at G! festivalurin verður hildin í Gøtu tann 18. og 19. juli bjóða fyrireikararnir borgarunum í kommununi og øllum øðrum áhugaðum til kunnandi fund í Losjuni í Gøtu klokkan 19 í kvøld
eini heilt serligari etikett fyri at hátíðarhalda G-Festival tiltakið. Í sambandi við stóru hátíðina í Gøtu 18. og 19. juli hevur Föroya Bjór slept einari "G! Vegr" pilsnarøl á marknaðin, samstundis sum felagið [...] Gøtuvík, ið varð tikin av sandinum í fjør, tá G! Festivalurin varð hildin á fyrsta sinni. At nógv arbeiði verður lagt í at fáa eina væl eydnaðan G! Festival endurspeglast í einum gomlum sitati á baksíðuni [...] sigur Einar Waag. ? Tiltøk sum G! Festivalurin eru við til at menna føroyskan tónleik, og tí vilja vit luttaka, leggur hann afturat. Etikettin á Vegrinum hevur eitt stórt G! búmerki og eina mynd av Gøtuvík
at avgreiða atgongu-merki osfr." Hóskvøldið byrjar við íslendska sangaranum og lagsmiðnum Rúnar. Rúnar er m.a. kendur úr íslendska bólkinum Náttfari, og er skyldur við føroysk nøvn sum Hanus G. Johansen [...] fyriskipararnir fyri G! festivalin raðfesta sín áhuga í at fáa tónleik, ið rørir seg millum tónleikararnar í umhvørvinum hjá Grót, út ímillum fólk. Tað er eingin loyna, at av nógvu nøvnunum á G! festivalinum [...] seinnu árini, haldi eg. Hóast G! 2003 bert er okkara fyrsti veruligi festivalur, tykist hann longu at hava lagt grundarlagið undir einum fjølbroyttum útlendskum tónleikapalli á G!, og tað er sera spennandi
G!-FESTIVAL Rógvi Borðoy Bara fríbillettirnar, sum gøtubúgvar hava fingið frá tónleikasamtakinum Grót eru meir enn 230.000 krónur verdar, so har er longu lønsemi. Tað sigur Sigvør Laksá, formaður í me [...] burtur úr at G!-festivalurin verður hildin. GÍ, Skeggjar, kórið, øll fáa nakað burturúr tiltakinum. Í øllum førum meir, enn um tað var eitt vanligt stevnutiltak. Nakað serligt Tað kann sigast, at G!-festivalurin [...] kommuna fær nakað burturúr ferðavinnuni í framtíðini, um G!-festivalurin eydnast væl. -Fyri ferðavinnuna í Gøtu og í restini av Føroyum kemur G!-festivalurin at hava stóran týdning. Hon fær nógvar møguleikar
G! Festivalurin Rógvi Borðoy Eyguni eru troytt, summi hava posar undir eygunum og onnur hava fingið eitt ov stutt fjús. Tað er strongd á G! Festivalskrivstovuni í hesum døgum, tí fólk hava arbeitt so gott [...] fyrireikararnir. Jón Tyril, formaður í Grót, er við gott mót. -Vit skula selja í minsta lagi 1200 atgongumerki. Vit hava selt fá higartil, sigur hann og heldur fram, at hann er eitt sindur nervøsur. Hann sigur [...] sigur harafturímóti, at hann trýr at tað fer at ganga at sleppa av við nóg nógv atgongumerki. Sólarn Solmunde, næstformaður í Grót sigur eisini, at hann er við gott mót. -Tað gongur væl, og vit verða klár
G! Festival Rógvi Borðoy Eivør Páldsóttir er í Føroyum í hesum døgum í sambandi við G! Festivalin. Hon skal spæla við egnum bólki og saman við gomlu kenningunum úr Clickhaze, og hevur stórar vónir til [...] á stórum konsertum. G! stóran týdning Tað er umráðandi, at føroyskir tónleikarar sleppa at framføra tónleik sín. Tað sigur Eivør Pálsdóttir millum annað sum grundgeving fyri, at G! Festivalurin er ein [...] konsertini verða bæði til gaman og álvara. Okkurt tilfar er longu kent, og okkurt fær sína frumframførslu á G! Festivalinum.