føroyingar, um teir so vóru á Svangaskarði ella aðra staðni í landinum, rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein spurningur, hvar stigini fóru at enda, men heldur hvussu [...] vóru fullir í spæligleði og sjálvsáliti, og tað var so ofta, at álopini skolaðu niðan ímóti maltesiska málinum. Miðvøllurin hjá gestunum var í longum løtum trumlaður sundur og saman, og í verjuni høvdu [...] standa seg væl í fótbólti. Í 1. umfarið spældu føroyingar Malta út av vøllinum, og 2. hálvleik var talan um arbeiðsavrik. Jens Kristian Hansen, sum var fluttur mitt á miðvøllin, var við í tí mesta 1. hálvleik
Eirikur Lindenskov Seinast í maimánaði varð revsirættuin hjá foreldrum tikin av í Danmark, skrivar blaðið »Føringurin« í seinastu útgávuni. Blaðið sigur, at í hinum Norðurlondunum varð forbjóðað foreldrum [...] kann seta hana í gildi í Føroyum. Kristian Magnussen heldur, at løgtingið átti at sent tann boðskapin til føroysk foreldur, at tað er skeivt at sláa í uppalingini. Danska lógin gevur tó ikki møguleika at [...] foreldrum at sláa síni børn í 80?unum. Lógin, sum er galdandi í Føroyum er upprunaliga frá 1922, men tó eru fleiri broytingar gjørdar síðani. Landsstýrismaðurin í trivnaðarmálum, Kristian Magnussen, sigur,
Eirikur Lindenskov Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum. Í 50?unum vóru nógv russisk [...] Besta tíðin er í juni. Nógvir russar eru eisini í Irmingarhavinum og fiska kongafisk, sum gevur meira av sær, sigur Árni Dam. Men tríggar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava verið yvir 100 skip í Føroyum, sigur [...] eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag. Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan 1978 bevur hann tikið sær av deildini
upp í eina hægri eind, um tað skal eydnast. Nú eru vit frammanfyri Kekkia í okkara bólki, men vit skulu hava bæði beinini á jørðini. Føroysku spælararnir eru ikki yrkisspælarar og okkara mál má í fyrstu [...] TOFTIR: Allan Simonsen hevur verið í mongum fótbóltsvási, síðani hann í 1972 sum 18 ára gamal skrivaði sáttmála við týska felagið Borrusia Mönchengladbach og seinni spældi í Barcelona. Men hann váttaði eftir [...] og menninir kenna seg ikki so væl. Eg valdi at geva Henningi Jarnskor og Allani Mørkøre møguleikan at samanspæla í høgru og Øssuri Hansen og Jens Kristiani Hansen at samanspæla í vinstru, og eg haldi,
støðan hjá kvinnuliðnum í fótbólti langt frá líka góð, sum hon var í fjør, og dysturin um vikuskiftið gjørdist enn ein staðfesting av, at Skála verður ikki við í oddinum í kvinnudeildini í ár. Skála hevði vitjan [...] einsamalla málinum í seinna hálvleiki. Í næsta umfarið hevur HB truplan útidyst móti EB á Eiði, og tann dystin má oddaliðið spæla uttan Eyðvør úr Dímun, sum er leikbannað. Skála verður ikki við í oddinum Á Toftum [...] Anja Weihe var málskjútti. B68 var væl við í dystinum, men eins og í øllum hinum dystunum higartil, kláraðu tær ikki rættiliga at halda tætt og sjálvar gera mál. Í seinna hálvleiki skoraði álopsspælarin Rakul
liðið í røðini. Hetta liðið er NSÍ, sum hevur spælt ein dyst færri enn GÍ. Í kvøld fer NSÍ á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði, og tá fæst so at vita, um runavíkingar framvegis skulu hótta gøtumenn í oddinum [...] soleiðis verður ikki nú. 1. deild hevði frí um vikuskiftið meðan 3. deild spældi, og so er alt forskotið eitt umfar. Kappingarnevndin hjá FSF hevur ikki tikið støðu í málinum, og teir søgdu seg ikki hava stundir [...] Gera teir ikki tað, ger neyvan nakar annað tað. Tað hongur í luftini, at næsta umfar hjá 3. deild verður útsett eina viku, men enn er eingin avgerð fallin í hesum máli. Hvussu spælt verður í næsta umfari
ein av teimum sterkastu í heiminum, var leygardagin til eina kapping í Skotlandi. Kappingin sum var í Glasgow, kallaðist British Muscle Power Championship. Tað gekst Regini væl í hesi kapping, og hann endaði [...] Vágadal vera við í stórari kapping í Hollandi, sum nevnist The Ultimate Test of Strenght, og har vera fýra mans, sum áður hava vunnið kappingina um Heimsins sterkasta mann, við. Eg eri ikki í toppformi nú [...] kappingin í Hollandi, sigur Regin Vágadal. Stóra ítróttarrásin Eurosport hevur keypt rættindini til at taka upp og senda kappingina í Hollandi. Regin skal til nógvar kappingar í juli mánaði og fyrst í august
er leikbannaður og kann ikki vera við. B36 allar mans tøkar Grannarnir hjá HB, B36, hava verið í stórformi í ár, og teir eru langt á odda í landskappingini. Í kvøld møta teir tó einum sera svangum HB-liðið [...] fekk kjansin, ivaðist eg als ikki. Eg tók beinanvegin av, sigur Oddbjørn Joensen við Ítróttarsosialin. Oddbjørn hevur í fýra ár vant 2. lið hjá HB. Hann var hjálparmaður hjá Jóannesi Jakobsen í tvey ár, og [...] dyst, og ikki minst tá tú skalt spæla 10 móti 11 í ein hálvleik. Men í morgin stilla allir hesir menn upp til stóra dystin millum HB og B36. Tað snýr seg um FM-gull, prestisju, uppreisn og ikki minst, ræðið
vóru bæði við í ?Glataðu Spælimonnunum³, og eg havi eisini havt nakrar uppgávur í útvarpinum. - Møguleikarnir at vinna pening eru betri í Danmark. Um tú t.d. ikki ert við í nøkrum leiki í tveir - tríggar [...] fríðarligt í Havn í mun til har vit búgva, sigur Vár Jacobsen. - Børnini hoyra ljóðini á øðrvísi hátt her, tí bert eitt ljóð hoyrist í senn. Í Århus er so nógvur larmur har vit búgva, at tú ikki kanst skilja [...] hava longu verið heima í 14 dagar, og tað er stórbroyting, sigur Páll Danielsen. - Vit búgva í miðbýnum í Århus, og tað, at koma til Føroya kennist eins og tá eg sum smágenta í Havn fór á bygd at ferðast
fyri at halda húsini í góðum standi. Tey vóru eisini ógvuliga stolt av at samarbeiða við SBM og at búgva í húsunum, men ymiskt er tó, sum má gerast, fyri at bygdin skal verða sett í betri stand. Allar aðrar [...] Fyri stuttum var leiðarin fyri Skandinavisku Barnamissiónini, Bo Wallenberg, á vitjan í teimum ymisku bygdunum í Filipsoyggjunum, ið SBM hevur bygt. Hansara frágreiðing frá Faroe Village var, at bygdin [...] húsini. Í Faroe Village hava tey bert ógvuliga vánaligar oljulampur. Orsakað av hesum eru liviumstøðurnar hjá íbúgvunum sera truplar, tí næturnar eru kolsvartar. Tey fáa tí lítið og einki gjørt í hesum vánaliga