útvið tvey ár hevur havt umboðið upp á Lada í Føroyum. Seldir eru góðir 30 bilar síðan á vári í 2003. Tá hevði eingin Lada verið seldur í Føroyum í 13 ár. Tað er General Motors, GM, sum hevur keypt umleið [...] nýggjur Lada á veg. Hann væntast á marknaðin komandi vár. Autotrade í Havn, sum umboðar Lada í Føroyum, hevur 13 bilar á goymslu. Tá tú sigur Lada, so eru tað nógv sum hugsa, at tá livir góðskan ikki upp til [...] vanliga kravið í Vesturheiminum. - Danskir bilaummælarar hava serliga funnist at Lada, tí hann ikki hevur airbag, men bilurin er kortini góðkendur eftir ES-direktivum, sum vanliga seta airbag sum minsta krav
leygardagin klokkan 14. Tá fer Olga Hentze, heilsukostrágevi, at greiða frá grunninum, sum hon hevur stovnað, sum hevur til endamáls, at økja um kunnleika hjá fólki til at fyribyrgja og viðgera heilsutrupulleikar [...] heilsugóðum mati. Olga Hentze er fødd í Ukraine. Síðani hon var blaðung hevur hon havt áhuga í náttúruviðgerðarhættum. Hon hevur tikið fleiri skeið, bæði í Ukraine og Onglandi, eitt nú alternativum heilivági [...] læknastovu, men í 2001 flutti hon til Føroya við familju sínari. Í løtuni býr hon á Toftum, har hon hevur egna fyritøku sum heilsu- og kostráðgevi. Eisini undirvísir hon í heilsu og kosti í kvøldskúlanum
dreingin, at hesin eftir tilburðin hevur meldað fyri harðskap. Talan hevur ikki verið um beinleiðis fysiskan skaða, men drongurin kendi seg heilt illa kroystan, og hevur fingið ein ordans skelk. Og á lø [...] sum var talan um harðskapsmál. Løgreglan hevur eisini tosað við mannin, sum skal hava framt harðskapin, men enn stendur orð móti orði, tí eingin annar hevur sæð tilburðin. Av Politistøðini verður sagt
vitjan av Drátti. Her kann gerast talan um ein spennandi dyst, tí ÍF hevur bitið væl frá sær í seinastuni, meðan Dráttur hinvegin hevur havt ein lítlan niðurtúr. Oddaliðini lættar uppgávur Á pappírinum sær [...] KÍF, og hóast TB í seinastuni hevur havt tað eitt sindur stríggið við at basa lægru liðunum, so er einki at ivast í, at talan er um ein dyst, sum TB óivað vinnur. Men TB hevur, sum áðurnevnt, fleiri ferðir [...] eydnast sørvágskvinnum at fáa nakað burtur úr tí dystinum. Mjølnir liggur ájavnt við TB í stigum, men hevur betur settmun, og tí fara tær eisini óivað at gera alt fyri ikki at missa óneyðug sett, sum kunnu
málninginum hjá Edwardi Fuglø, sum eisini hongur har. Áleið 600 fermetrar hevur Klaksvíkar Kommuna leigað frá Finni Johannesen, sum hevur innrættað átta størri og smærri venjingarhøli. Í miðjuni eru eisini størri [...] Mentanarnevndin hevur játtað leiguna til hølini, og gjørdur er ein fyribils fimm ára sáttmáli millum kommununa og eigarnar av Dávavirkinum um leigu. Eitt ómetaliga áhugavert tónleikahøli hevur sæð dagsins [...] rúm, sum kunnu verða spæli- og uppihaldsstøð hjá bólkum og einstaklingum, skrivar klaksvik.fo Roynt hevur verið at gera hølini til endamálið og soleiðis, at eitt nú ljóðdygdin er góð. Leiðarin av Virkishúsinum
gestasangari hjá øðrum hevur hon verið tilnevnd til at vera besta kvinnuliga tónleikanavnið í Føroyum til Planet Awards í fjør og í ár. Og tað hevur verið væl uppiborið. Seinastu tíðina hevur hon verið í upptøkuhøli [...] Hansdóttir og á Asfalt fer Guðrið á pall við sínum egna bólki. Guðrið, ið til fyri stuttum æt Hansen, hevur seinastu fáu árini rúnarbundið føroyskar áhoyrarar við síni kenslubornu og melankolsku sangum, serstøku [...] upptøkuhøli og gjørt sína fyrstu fløgu ?Love Is Dead?, ið væntandi kemur út í heyst. Við sær á Asfalt hevur Guðrið sín bólk; Guðrið Hansdóttir Band, ið er myndaður av Andreas Dalsgaard, Jón Klæmint Hofgaard
1971 og Flóvin í 1973. Heima hevur hann verið ein modernaður maður, sum hevur luttikið í barnauppaling, matgerð og øðrum húsligum, longu áðrenn tað gjørdist vanligt. Altíð hevur honum dámt at hava tað ordiligt [...] familjumaður og skúlastjóri. Pabba hevur onkuntíð sagt, at tað var av tilvild at hann fór á læraraskúla og gjørdist lærari. Men tað gjørdist hansara lívsstarv, og síðani 1971 hevur hann lagt lív og sál í starvið
ið hevur havt sítt útspæl til eina eftirlønarskipan. Ætlandi skulu 15% rindast í tvungnari eftirlønaruppsparing Tað hevur verið ein sannroynd í fleiri ár, at eftirlønaruppsparingin í Føroyum hevur verið [...] verið í minna lagi, og tí hevur verið arbeitt við spurninginum í longri tíð. Tað hevur tó ikki verið lætt at finna ein felags leist, men í gjár kom landsstýrið so við sínum útspæli innan økið. Móttøkan, sum
byrja í nýggja starvi sínum aftan á summarfrítíðina. Dávur hevur verið byggifulltrúi á teknisku deild í Klaksvíkar kommunu inntil nú. Hann hevur tó, serliga tey seinnu árini, fingist nógv við at fyriskipa [...] hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri mentan. Hansara uppgáva fyrst og fremst verður at virka sum ein samskipari av tiltøkum og so framvegis á tí mentunarliga økinum í Klaksvík, sum veruliga hevur ligið [...] sigur nýsetti mentunarleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther. Dávur Winther er 47 ára gamal og hevur starvast í umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu síðani 1987.
flutti blaðung til Danmarkar og hevur búleikast har síðani. Sólvá hevur altíð verið sera kreativ og hevur fingist við ymist handaligt arbeiði, m.a. seyming. Seinastu árini hevur hon tó fingist mest við at mála [...] hugskygt. Frá 1992 til 1997 fekk eg frálæru hjá hollendska "multikunstnaranum" Baukje Zijlstra." Sólvá hevur luttikið á fleiri framsýningum í Danmark, og í løtuni eru nakrar av myndum hennara við á eini framsýning