heimahjálp og skuldi henda dagin sjálv onnur fara til Víkarbyrgi til arbeiðis. Men hetta bleiv ikki ein ferð, hon rósar av Hetta var beint eftir døgverða, og veðrið var ófantaligt, tó at tað langt frá var [...] bangin og hon helt ongantíð, at hon var í lívsvanda. Eg hugsaði mest um tey avvarðandi, sum eg helt kanska fóru at vera bangin um meg. Men at eg sjálv skuldi vera í nøkrum vanda, kom mær ikki til hugs [...] landsverkfrøðinginum. Eg var so mikið illa fyri, at tað var ikki hugsingur um at halda leiðina fram. So nú eg hugsi um tað aftaná, eri eg púra vís í, at var bilurin hjá landsverkfrøðinginum ikki har
sparikassarnir og onnur, hava økt munandi um sínar ognir uttanlands. Samstundis hava kommunur, almennir stovnar og vinnan goldið niður síni lán uttanlands. Hetta førir við sær at nettouttanlandsskuldin gerst [...] landsstýrið, varð avtalað, at spurningurin um at afturgjalda skuld landskassans til danska ríkiskassan, skuldi takast upp í 1998. Enn hava ongar samráðingar verið um hendan spurning. Sostatt er onki av hesi [...] búskaparfrøðingum minkar nettoskuldin til útlandið við rúkandi ferð. Heldur gongdin fram er skuldin burtur um fá ár, sigur blaðið, sum krógvar sannleikan í tí partinum av greinini, sum er skrivaður við vanligum
staðin fyri at bróta upp um armar og fara til verka, kanst tú seta teg upp afturá, njóta lívið, nøra um tínar egnu ognir. Samfelagið tørvar tær ikki at hugsa um. Tað mugu hini um. Tú vísir ábyrgd. Hini eru [...] øllum tí ókenda? Fleiri søgur eru um skiparar, sum søgdu, tá teir sóu ta veldugu lastina á línubátunum, at tær blivu ongantíð fullar. Í allar flestu førum kom hetta at verða mótsatt. Tær blivu altíð fullar [...] ynski um tílík roknistykki hava verið borin fram, rennur fram fyri meg: Øskudólgur og sópingarkona. Tað ger tað sama, hvat tú sigur við tílík fólk. Tey vilja altíð hava okkurt annað at spyrja um. Og so
tað var meiri heimligt har. Tá hann gjørdist einsamallur valdi hann at flyta aftur til Føroya. ? Hetta er mítt heim - her trívist eg best, sigur Elias. Men tað vísti seg eitt sindur truplari enn hann hevði [...] Men Elias var heppin at enda, tí hann fekk hendur á eini íbúð. ? Hon var dýr. Kostaði 3.500 krónur um mánaðin, sigur hann. ? Men leigunevndin setti leiguna niður til 2.800 krónur, tí teir hildu ikki tað [...] trupulleikan á egnum skinni. Hann ánar ikki hvar hann skal búgva. Fær hann kanska eitt kamar sum hetta, einaferð enn; í eina stutta tíð og so aftur at flyta, ella verður hann bara fluttur til okkurt, sum
Trupulleikin hjá fiskimonnunum var, at ikki altíð vistu hvar seismikskipini vóru. Hetta hóast tað var álagt teimum um útvarpið siga frá tá seismiskar kanningar byrjaðu. Og orsøkin er sum nevnt, at fiskurin [...] væntar, at hetta fer at roynast betur enn tann gamla skipanin gjørdi. ? Gamla skipanin virkaði ikki eftir vild, og tí hava vit gjørt hesa skipanina ístað-in. Hon verður dagførd eina ferð um dagin, uml [...] burtur við hesum, og tað eru vit fegnir um. Útvega hagtøl Men tað hjálpir tó ikki uppá, at fiskurin er burtur fleiri dagar aftaná, at skipini hava verið í økinum. Hetta er ein annar trupulleiki sum fiskimenninir
hava alment sagt, at tað verður ikki so leingi áðrenn fyrstu kanningarloyvini verða givin, og tí ræður um, at verða til reiðar, vinnuliga eins og fyrisitingarliga. Á Vaktar- og Bjargingartænastuni eru teir [...] góðkenna tey føroysku fiskiveiðiumboðini sum skulu verða við forkanningar- og seismikkførum. Til hetta endamál er gjørd ein nýggj reglugerð. Fiskiveiðiumboðini verða sett av Vaktar- og Bjargingartænastuni [...] kemur at arbeiða við. Ein av uppgávunum hjá fiskiveiðiumboðnum verður at geva eina dagliga fráboðan um hvar skipið fer at gera kanningar. Hesar upplýsingar skulu m. a. brúkast í telefontænastuni, sum Vaktar-
áhugaður í at fara, meðan Jákup á Borg ivast eitt sindur meir. ? Sjálvandi eri eg áhugaður. Hetta er tað, tú hevur droymt um, síðani tú var lítil, sigur 20 ára gamli Heðin á Lakjuni. ? Men eg havi ikki skrivað [...] loyvt hjá Watford og øðrum enskum feløgum at hava nýggjar spælarar á liðnum fyrr enn kappingin endar um góðar tríggjar vikur. Heðin á Lakjuni var fyrstu ferð at síggja á 1. deildarliðnum hjá KÍ í 1995. Hann [...] Borg longu hava verið og kunnað seg við umstøðurnar í Watford og sostatt vita, hvat teir fara til, um teir taka av tilboðnum úr Onglandi. Ikki bara sum at siga tað at fara Jákup á Borg spældi fyrstu ferð
føroyska avrikið í kappingini. ? Hetta var aðru ferð, vit luttóku í hesari kappingini, og vit vistu, at hetta er ein hørð kapping, so vit kundu ikki gera okkum vónir um at gera okkum galdandi. Men tað gjørdi [...] dystaðist um bronsumerkið, men tapti dystin. Hans Jákup vann tveir teir fyrstu dystirnar og kom sostatt at dystast í at náa finaluna. Men tann dystin tapti hann, so hann fekk møguleikan at dystast um bronsumerkið [...] Um páskirnar hava fimm ungir føroyskir judoíðkarar luttikið í eini altjóða kapping í Danmark. Tað vóru Hans Jákup Jacobsen, Gunnar Hansen og Christoffer Olsen úr Havnar Judofelag, og Oddur Olsen og Jan
hvat teir tosa um, fingu vit aftur prógv fyri nú á páskum. Kuldin og kavin steðgaðu millum øðrum so at siga øllum fótbóltsvirkseminum, og hjá Fótbóltssambandinum og fótbóltsfeløgunum kom hetta sjálvsagt stak [...] Tí eru vit ikki harrar yvir, og um tað framvegis verður vindur og kavarok, so verður trupulleikin sjálvandi nógv størri, enn tann, sum vit nú halda okkum hava loyst. Men um tað ikki fer at kava stórvegis [...] Tá ið Ívar og hinir í útvarpinum fara at tosa um eitt hátrýst yvir Suðurgrønlandi er skjótt til kava á okkara leiðum. Soleiðis plaga teir, sum í teirra dagliga yrki eru ella hava verið so knýttir at teimum
fýra dystir í átta dagar, men hann heldur, at hetta bæði hevði borið til og verið gagnligt í steypakappingini: ? Í steypakappingini snýr tað seg sjálvsagt um at kvalifiserað seg til endaspælið, men eg haldi [...] at hava við sær, at venjingin úti í feløgunum ikki verður tann, sum hon hevði verið, um eingir dystir vóru. Men hetta eru korini, sum føroyingar og føroyskur fótbóltur liva undir. [...] Tá ið landsliðið um mánaðarskiftið februar/mars kom aftur av venjingarlegu í Spania, segði Allan Simonsen, landsliðsvenjari, at spælararnir vóru betri fyri, enn teir høvdu verið undanfarin ár. Men síðani