menninir í nevndini hava ikki verið nóg stórtøknir. Teir hava dvølt í meira lagi við smálutirnar og hava hugsað í minna lagi í teimum stóru linjunum. Kortini eru nógvar grundleggjandi upplýsingar í álitinum [...] árum síðani, tá Ingálvur, Janus Kamban, William Heinesen og fleiri høvdu kvøldskúla fyri ungdómum, sum vóru áhugaðr fyri myndlist. Eitt skifti fór hetta fram í kjallaranum í nýggja kommunuskúlanum. Har [...] ur, uppdrigin í skotlinjuni millum reynadreingir og rabarbur millum heimsbardagarnar, sum fekk Mentunarvirðisløn Landsins hendan dagin. Hann fekk so at siga ongan skúla sum listarmaður í Føroyum. Skal
soleiðis var Anna. Hendan vituga kvinnan kom í Kringvarpið at arbeiða í 2010. Áðrenn hevði hon verið journalistur á Sosialinum. Upprunaliga útbúgvin cand.mag í enskum og donskum, men hennara alskur til [...] journalistur og sum lærari í miðlavísindi á Setrinum og sum lærari í Hoydølum og á Kambsdali. Soleiðis hevur Anna givið sína vitan og menniskjaliga tilvit víðari til spírandi ungu heilarnar í Føroyum. Soleiðis [...] takk fyri alt tað tú leggur eftir tær. Góðu Hjørleif, Wille, Janus og Heðin við familjum. Okkara tankar eru hjá tykkum í hesu sváru tíð. Hvíl í friði. Liljan Weihe, Kringvarp Føroya
manni í undirtali. Sær tó út til at vera væl fyri í ár. Hákun Edmundsson 3 : Ein ungur evnaríkur leikari, ið eisini á fyrsta sinni spælir fast í bestu deildini. Ein dugnaligur fótbóltsspælari, ið er í stórari [...] Telist millum bestu verjuleikararnir í landinum. Reyða kortið spilti tó spælið bæði fyri Mads Rosenberg og B68. Janus Mortensen 3 : Hevur á fyrsta sinni bitið seg fastan í bestu deildini. Ein dugnaligur f [...] Kristian Joensen 3 : Var í fleiri førum tryggur tá hann kom út úr málinum. Má tó taka ábyrgd fyri tað seinasta málið hjá B36, tá ein B36 leikari ótarnaður sleppur at seta fótin á bóltin í 5 metrinum. Niklas
at vinna. Í seinna hálvleiki var dagsskráin hjá gestunum at halda tørn og varðveita bóltin. Tað eydnaðist væl. Skálamenn hava ofta fyrr í ár víst fínt og hugflogsríkt samanspæl. Eina løtu í fyrra hálvleiki [...] runnin fram úr høgru. Hann sneiddi seg leysan í brotsteiginum, áðrenn hann flatt sendi bóltin framvið Karsteni Joensen og í málið, og so var 2-0 til klaksvíkingar. Í fjúrtanda umfari skal KÍ til Suðuroyar, meðan [...] hús við 2-0 sigri. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Klaksvíkingar hava ofta havt tað torført á Skála, og tað var ikki frítt, at teir sóu uppgávuna í kvøld at vera stóra. KÍ skoraði beinanvegin
menn Vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, at Neistin sjáldan um nakran tíð hevði verið somikið stórur favorittur í eini grannauppgerð, sum teir vóru tað sunnudagin. Kyndil upplivir í løtuni eitt søguliga [...] styrkini hjá teimum báðum grannunum í løtuni, og frágreiðingin er sum so sera einføld. Pengar eru komnir í føroyskan hondbólt, og meðan sigursvanda Kyndil á onkran hátt enn livir í søtu romansuni um, at leikarar [...] eigur ikki nóg nógvar av hesum, og fyrr enn tað er komið í rættlag, fer liðið neyvan at hava ein aktivan leiklut í føroyska hondbóltsoddinum. Dysturin í tølum Neistin-Kyndil 32-23 (13-12) Málskjúttar: Neistin:
eg um, at málið um yvirskot í 2016 er og verður nátt. Fara vit aftur til 2011, so var eyðkennið fyri samfelagið eitt køvandi høgt skattatrýst á lønarinntøkum, stórt undirskot í landskassanum, høgt arbeiðsloysi [...] vaksnar við 472 mió. kr., ella 3,6% p.a. Inntøkurnar í tíðarskeiðinum eru vaksnar 2,6 ferðir so skjótt sum útreiðslurnar. Hetta merkir at avlop verður í 2016. Hetta er fyrstu ferð síðani 2007. Yvirskotið [...] hevur nú í nógv harrans ár havt eitt bygnaðarligt hall; tað er ómetaliga umráðandi, at vit eru uppgávu okkara vaksin og næstu árini fáa bilbugt við bygnaðarliga hallinum. Mín visjón er, at vit í staðin fyri
Hondbóltslandsliðið Hondbóltslandsliðið skal í januar mánaði leika ikki færri enn seks dystir í EM-undankappingini, har mótstøðuliðini eru Finland, Belgia og Ísrael. Undan hesum verður talan tó sjálvandi [...] afturat á skránni. Hartil fer landsliðið í tveimum førum at royna seg ímóti úrvalsliðum. 27. desember verður talan um eitt lið, sum er samansett av útlendskum leikarum í føroysku kappingini, og tveir dagar [...] Hjalmar Klein Olsen, tóku longu tíðliga í ár ein bruttohóp út til venjingarnar, og tað er fyrst og fremst hesin, sum er bulurin á liðnum, nú spenningur av álvara kemur í. Onkur nýggj andlit hava tó so líðandi
Vónirnar hjá B36 um stig í Gøtu mundu vera hampuliga góðar, eftir sannførandi avrikið móti KÍ fyri viku síðani. Spælið tað ferðina bendi í øllum førum ikki á, at liðið ætlar sær niður aftur í triðju deild fyribils [...] var heini aftur á rætta staðnum. Janus Rasmussen royndi seg við skotið útifrá, sm Pól Næs Joensen hálvbjargaði. Bólturin støkk út aftur í spæl, og eftir at málverjin í tveimum atløgum fekk vart fyri, megnaði [...] gøtumenn samstundis ikki tykjast hava nakra stóra breidd í sínum leikarahópi mundu havnarmenninir vera favorittar, tá teir leygardagin skuldu á vøllin í Gøtu. Byrjaðu bragdliga B36 liðið er fyri tað mesta mannað
Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi. Miðflokkurin hevur ikki umboð í vinnunevndini, men tað er so vist sum amen í kirkjuni, at hann tekur heldur ikki undir við uppskotinum. Av øllum flokkum á [...] rúsdrekka út í handlarnar, so verður tað munandi lættari at fáa fatur á, ikki minst tá ið hugsað verður um, at matvøruhandlarnir hava opið frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Løgtingsfólkini í Javnaða [...] munandi meira drukkið enn í hinum norðurlondunum. Kortini halda tey, at Rúsan eigur at verða nútímansgjørd og um eina løtu ber til at lesa meiri her á info um, hvat tey hugsa um í hesum sambandi.
føddur í 1925 og er uppvaksin í tí danska yvirklassanum í Havn. Tað er nógv fyri hjá honum nú í 2010 at noyðast at viðurkenna, at hann hevur livað upp á eina lívslygn. Tey flestu onnur, sum eru í somu støðu [...] sær at lesa hana, men tað forðar honum ikki í at skriva um hesa bók. Orsøkina sigur hann vera, at hann hevur verið í orðaskifti við meg um okkurt sum hendi í 1814. Har hevur hann eftir øllum at døma ikki [...] at hann ikki vann orðaskifti við meg um 1814. Eg havi í mongum framløgum greitt frá tí sum tá hendi, og hvussu viðurskifti Føroya yvirhøvur eru í altjóðasamfelagnum. Hetta samsvarar als ikki við tað, sum