skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Hetta inniber millum annað at máta blóðtrýsti, taka blóðroyndir og aðrar neyðugar fyrireikingar, sum kunnu gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta fer at lætta ferðingina og tryggja [...] undir at menna eina palliativa tænastu í Suðuroynni. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er settur at samskipa hetta arbeiðið, umframt at røkja ábyrgdina av talgildu viðtalunum. Tænastan skal veita vegleiðing og ráðgeving [...] átøkunum er frá juli til september 2025. Tá skeiðið er av, verður verkætlanin eftirmett, og mett verður um møguleikarnar fyri at halda fram við átøkunum sum varandi partur av tænastutilboðnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi
verða umrøddir fram til várið 2024. Hetta annað bindi er upp á 568 bls. og saman við tí fyrra bindinum eru nú góðar túsund blaðsíður á donskum um føroyskar bókmentir. Hetta ger í hvussu er flestu norðbúgvar [...] Historie 1950 og frem”. Fyrra bind 1298-1950 kom í 2017. Annað bind fevnir frá Jens Paula Heinesen um Róa Patursson, Hanus Kamban, Gunnar HoydalOddvør Johansen, Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen, Sólrún Michelsen [...] norðbúgvar og fitt av øðrum fólki við før fyri at kunna seg um føroyskan skaldskap. Vegna Marselius Forlag Jógvan Isaksen
heimamálið. So var tað í síðstu løtu, at B36 økti um munin til 2-0. Málskjútti var blaðungi Dennis Anghel, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti [...] í bestu deildini. Undantakið var Martin Gonzalez, sum varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin. Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ fór av vøllinum uttan at hava vunnið stig og uttan at hava skorað mál
Gertsson Jarnskor í 9. minutti. Hetta var fyrstu ferð í ár, at 17 ára gamli Fríði var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir eftir steðgin økti Arnór Brandsson um munin til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá Arnóri [...] Martin Jarnskor í 72. minutti økti um munin til 3-0. Jákup Martin hevur nú skorað fimm mál í næstbestu deildini í ár. Bogi á Reynatrøð staðfesti 4-0 sigurin í 79. minutti. Hetta var fyrsta málið í næstbestu [...] klokkan 19 verður stórdystur í Sarpugerði, tá ið meistararnir í Víkingi fáa vitjan av oddaliðnum KÍ. Hetta er síðsta royndin hjá báðum feløgunum, áðrenn tey í næstu viku fara at spæla í Europa. Fyrsta uppgerðin
eru kunnaði um deyðsføllini, og at felagið er í sorg. Tey heita á øll um at vísa privatlívinum hjá familjuni hjá Diogo og André virðing, eins og heitt verður á fólk um at vísa vinum og liðfeløgum virðing [...] virðing. - Hetta er ein ófatiligur missur, og vit veita okkara fulla stuðul til øll avvarðandi, sigur Liverpool. Í norska stuðulsfelagnum eru tey eisini skakað um tíðindini, sum bórust í morgun. - Hetta eru tíðindi [...] bestu árum, og hann var ógvuliga væl umtóktur í Liverpool. - Hetta er nakað, sum seint verður gloymt. Øll Liverpool-familjan er skakað, og hetta er ein ógvuliga tungur dagur, sigur Tore Hansen. Diogo Jota
minutti. Hetta var aðru ferð, at 20 ára gamli verjuspælarin var málskjútti. Fyrru ferðina var í oktober 2023. Tveir minuttir eftir steðgin økti Andreas Egeberg Jacobsen um munin til 2-0. Hetta var fyrsta
fakfeløgunum við at fara í tingið á hendan hátt. Boðini vóru greið, at hetta er eitt beinleiðis álop á alla fakfelagsrørsluna, og tá verður hetta sostatt ikki longur bara ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið og [...] rættar ikki sínar feilir. Eftir at lærararnir høvdu verið í samhugaverkfalli, gav Fíggjarmálaráðið boð um at trekkja lærararnar í løn eftir einum nýggjum leisti, sum heimild ikki var fyri at gera. Felagið
i hansara var eisini í bilinum. Hetta hendi í nátt. Deyðsfallið er ikki alment váttað, men spanski miðilin AS hevur frá keldum í politinum fingið váttað, at talan er um Diogo Jota og lítlabeiggja hansara
viku áðrenn freistina hjá Trump, sum er 9. juli, hetta er dagfestingin, tá hægri tollur kemur í gildi fyri eitt stórt tal av amerikanskum handilspartnarum, um ongar avtalur verða gjørdar. Millum stóru han [...] londini, har samráðingarnar ikki veruliga hava gingið framá, vildi eg væntað eina fráboðan í næstu viku um tollprosentið, tey fáa. Í apríl hevði Trump boðað frá einum tolli upp til 46 prosentum á vørum úr Vietnam [...] heldur leiðandi høvuðsráðgevin Peter Bay Kirkegaard, sum er arbeiðir fyri Dansk Industri í Washington. - Um henda avtalan setir markið fyri, hvat USA fer at krevja av sínum handilspartnarum, eitt nú ES, so er
fólkapopptónleik, og tulka eisini útlendskan tónleik, sum tey flyta yvir í føroyskt. Onkur hevur áður sagt um tey bæði, at tey eru “a match made in heaven”. Saman eru tey ein vælsvingandi eind. Ein hittmaskina [...] men eisini lagið ”Reasons Unknown” hevur fingið luft undir veingirnar, síðani tað kom út í fjør. Hetta er eitt summarkent lag, har løttu reggae-rútmurnar taka lurtaran við sær. Ljósfest verður í Vági í