gløsini at skeinkja í. Verri var hjá okkum síggjandi, sum einki sóu, at finna fyltu gløsini. Har var ikki annað at gera enn at brúka fremstafingur og vita, í hvørjum glasi nakað var í. Annar rætturin var [...] glasið, sum skonkt var í. Tað vóru vit síggandi, sum hetta kvøldið vóru mest brekað, men vit fingu innlit í, hvussu tað er at vera blind. Tiltakið var fyri at geva teimum síggjandi innlit í verðina hjá teimum [...] fólkum. Seks fólk vórðu biðin um at koma inn í senn, og tað gekk fyri seg á tann hátt, at blindu tænararnir komu eftir okkum, og vit fóru so í gásagongd inn í matarsalin. Hildu niður á herarnar á hvør øðrum
vit sita saman í sofuni og fáa okkum ein frískan smoothie. Heit, rein, mjúk og pent sminkað fari eg út í várið aftur. Haldi eg havi verið í paradís seinastu tveir tímarnar. Og so mitt í arbeiðstíð. Kul [...] hugna sær við einum glasi av onkrum góðum, sigur Maria, sum nú masserar kroppin hjá mær inn í kropskrem. Her arbeiða tríggir kosmetologar og her eru trý viðgerðarrúm við tveimum briksum í hvørjum, tí ber eisini [...] Nú kroppurin hevur verið ballaður inn í tjúkk og heit klæðir í fleiri mánaðir, hevur húðin brúk fyri øllum tí kærleika og umsorgan, sum er at finna. Eitt av støðunum, har tú heilt vist upplivir satt forkelilsi
hvssu nógvir plátuspælarar eru í Føroyum og hvør ynskir sær júst hesa LP ina. Men afturvið livandi sangi í TUTL háborgini í hjartanum av høvuðsstaðnum, verða klokkan 16.30 í dag 250 plátur av EFTIR KLAKSVEGNUM [...] Soleiðis skrivar Steintór Rasmussen, sum í dag gevur út LP við tónleikinum av útgávuni frá í fjør, »Eftir Klaksvíksvegnum«. – At hesin dagurin upprann er eitt sindur stórt í míni verð. Ein klassiskur húsi og [...] leggja vinyl á plátuspælaran. ##med2## Niðanfyri endurprenta vit grein úr Sosialinum 24. september í fjør: STEINTÓR FERÐAST EFTIR KLAKSVÍKSVEGNUM Steintór Rasmussen hevur útgivið nýggja fløgu, har
on. Lærari hansara Rúni Mouritsen er ikki enn fastbúgvandi í Føroyum, men tað er at vóna at klassiskt slagverk við honum og Jan Rúna, sum nú fylgir honum í sporinum, kann leggjast ríkandi aftrat í okkara [...] var á vitjan í Føroyum í 1828, var hann rættiliga bilsin at finna eitt mentanarligt støði á so høgum stigi, sum hann upplivdi tað her. Men um tann tónleikin, hann fekk at hoyra – kingosangur í Bíggjar Kirkju [...] loftmiðlum, í bløðum og eisini í snøggum bóklingi hetta teirra nýggja framtak innan okkara sprettandi tónleikalív, og ivaleyst hava tey og onnur eisini við forvitni kagað í bløðini aftaná, at vita, hvat endurljóð
donskum í oddagrein í Dimmalætting. Hugaligt at lesa 2 oddagreinir í Dimmalætting í heyst og aftur nú um ársskiftið. Dimmalætting spyr: "Hava vit ikki ov nógvar dansktímar í skúlanum? Dansktímarnir í føroyska [...] fø.-, en.-, da.-lærari ????? Eftir at eitt lesarabræv um enskundirvísing stóð í bløðunum í heyst, hevur landsstýrismaðurin við skúlamálum nú ætlanir um at byrja við enskum í 3. flokki í fólkaskúlanum. Sum [...] At byrja við donskum í 4. flokki. Undirritaði hevur ávísar royndir við at byrja við donskum í 4. flokki. Ein skúlaflokkur hjá mær byrjaði ikki við donskum í 3. flokki í 1996! Í staðin fyri danskt høvdu
panelið í fýra umførum greiddi frá. Panelið varð mannað við fýra fólkum, ið øll hava nomið sær hægri útbúgving uttanfyri Danmark. Hanna í Horni hevur lisið antropologi og politikk í Swansee í Wales. Í løtuni [...] hevur tikið ein bachelor í ?Business English and Marketing? í Bangkok í Teilandi. Tummas Pauli Mýri hevur lisið ?Business Economics? ? fyrst í Aberdeen og síðani í Glasgow. Øll fýra høvdu tey tað til felags [...] oljufeløgum. Fyri Honnu í Horni kom lestarlívið at ganga fyri seg í Swansee í Wales, og hetta hevur ongantíð angra síðani. ?Eg vildi fegin lesa antropologi, men hetta kravdi meira enn tíggju í miðal fyri at sleppa
Sosiali í greinini um indianarahøvdingan í Canada, sum kundi samskifta við djórini. Hini búgva í Føroyum. Jónsvein á Toftum og Óli, Páll og Eyðleyg í Havn. Í fyrsta liðnum av matematiskum studentum Páll [...] fyri SEV, búðu tey í Vestmanna. Men tá ið SEV flutti høvuðssætið til Havnar í 1967, fluttu tey við, og búgva tey í dag í Dr. Dahlsgøtu. Tey eiga tvey børn, Høgna og Eydnu. Høgni býr í Litava, og Eydna býr [...] gekk sum vanligt tá í skúla, til hann var 14 ára gamal. Tá fór hann at arbeiða í handlinum hjá Georg Johannesen hjá Lorvíks Jóannes. Her var hann í hálvt annað ár. Tað lá tíðliga í Pálli, at hann vildi
og ikki minst Suðuroynni í nærum øllum álitissessum og -størvum í politisku skipanini. Hann hevur verið løgtingsmaður í samgongu og í andstøðu. Hann hevur verið nevndarformaður í fleiri løgtingsnevndum og [...] Suðuroy og í skipanini hjá Tjóðveldi, samstundis sum hann hevur starvast sum lærari og skúlastjóri á Leiti og eitt skifti sum lærari í Vági. Og hann røkir nú á øðrum sinni hægsta politiska starv í Føroyum sum [...] havt sæti í formansskapi tingsins mong ár. Verið blaðstjóri á Fjúrtanda september. Kommunuskrivari í Sumbiar Kommunu. Virkin í Suðuroyar Tjóðveldisfelag, umframt øðrum feløgum og mentanarátøkum í Suðuroy
leggja til rættis og virka í samfelagnum. Tað segði Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, tá ið hann talaði um torgreidda hugrtakið ?lívsvirði? á fundi í Javna í gistingarhúsinum í Øravík leygardagin. Javni [...] velja, leggja til rættis og virka í samfelagnum. Soleiðis at tann einstaki, uttan mun til førleika, finnur meining og virði í tí, hann tekst við, bæði í arbeiði, heimi og í frítíð. Og eisini at tann fjølbrekaði [...] setur reglarnar fyri hesum. ? Sagt verður mangan, at menniskju eru so ymisk bæði í sinn og í skinn. Væl var, um tað bara var í útsjónd og sinnalagi. Men vit eru so ymisk frá skaparans hond. Eru fødd við ymsum
ommuson. Ása er gift og býr í Danmark. Ása er fødd í 1934. Tvey systkin vóru tey, eldri bróðurin, ið búði á Tvøroyri, doyði í fjør. Sum at eiga barn Vit hitta Ásu hjá skyldfólki í Sandvík. Og skilligt er, [...] hon, at góður lærari óivað hevur verið í Sandvík, tí væl dugdi Martin, tað sóu seinni hesir menn, ið hann kom í skúla hjá. Og so kemur hon at hugsa um óføra viðmæli, sum W. Johansen, prestur í Vági, gav Martini [...] bøkur, ikki altíð vóru høgt í metum tá í tíðini, tí tá kravdist, at øll tóku lut í arbeiði, so stundir vóru ikki til annað fjas, um ein skuldi lívbjarga sær. Og Ása er eitt sindur í iva, nú hon skal svara hesum