til jarðarferðir, brúdleyp, messuboð, høgtíðsaftan og helt nógv aftrat. Kirkjuklokkan við sínari sermerktu ringing – bara í Mikladali verður ringt á sama hátt – takkar nú fyri seg. Hon ringdi fyrstuferð [...] guðstænastu síðani 1778. Kanska elsta klokka í landinum. Slitaga hevur gjørt, at hon ikki er so hvøll longur. Er lot, hoyrist hon valla um bygdina. Við sínari fastu rútmu “kom í Guðs hús” hevur hon áleið 14500 [...] 12 ára gamal, Napolion var 9 ára gamal og Beethoven bara var 8 ára gamal. Havnar kirkju stóð enn úti á Reyni. Klokkararnir hava verið trúfastir – fedrarnir úr Túni áttu kjansin uttan slit í meira enn 200
skipa fyri øllum viðurskiftum, og hetta vald nýtti kongur til at seta ein serligan hægstarætt á stovn í Danmørk á vári 1661. Í august hetta ár góvu norðmenn kongi somu heimildir at stýra Noreg sum danir høvdu [...] stendst, at um so er at vit ikki longur halda tað vera rætt at núverandi hægstirættur skal viðgera okkara rættarmál, so hava vit allar neyðugu heimildir at samtykkja at vit seta á stovn okkara egna hægstarætt [...] Nú var hægstirættur í Føroyum og helt rættarfund at viðgera eitt mál av prisipiellum áhuga. Hetta var fyrstu ferð at hesin høgi rættur var her. Men hvørja heimild hevur hesin rættur at døma í okkara málum
royna at vinna sær politisk poeng burturúr hesum sorgarleiki. Jóhan Dahl helt, at vit við hetta álvarsliga høvi eiga at steðga á og reflektera, sum hann tók til. - Hvat lærir søgan og lagnan hjá Eik Banka [...] Sterka eikin er rivin upp við rót. Størsti føroyski bankin og elsta fyritøka í Føroyum er ikki til longur. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum setti Vinnudagin 2010 seinnapartin í dag, ásannaði [...] okkara meiningar um tilburðin. Hvat hendi - og hví endaði hetta so galið? Landsstýrismaðurin vísti á, at hetta eru náttúrligir spurningar at seta sær. - Men eg skal ikki gera meg til dómara yvir nøkrum
ting, nú eru tey 32. Sum tað sæst longur afturi á Portalinum, var orðaskiftið um málið rættiliga hvast. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum helt, at hetta minti mest um eina bananrepublikk, har samgongan [...] umboð á tingi. Fyri at tryggja eitt loyniligt val, er tað eisini samtykt, at onki valstað skal hava færri enn 10 veljarar. Harafturat hevur Løgtingið áður samtykt, at hereftir skulu 33 umboð veljast á ting
hjáveiðiposanum hjá trolbátum á landleiðini. Aðrar ásetingar vóru at banna vinnuligari línuveiði innanfyri ein fjórðing úr landi og at línuskip, sum hava loyvi at royna inn á 6 fjórðingar úr landi, nú skulu [...] umboðum Tjóðveldisins atkvøddu ímóti, var, at flokkurin bæði í uppskoti á løgtingi og í viðgerðini í vinnunevnd løgtingsins helt fast um nógv størri skerjingar av fiskidøgum, sum fiskifrøðiliga tilráðing [...] skulu út um 7,5 fjórðingar. Ætlanin er, at ásetingarnar um at fáa vinnuliga línuveiði longur út til tess at verja ungfisk, skulu verða galdandi í eitt ár. Uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan
list og øllum, sum visuelt kann skapa júst tað røttu atmosferuna, sigur Sally Rasmussen, sum kortini helt á at hava eyguni við sær. Frá byrjan visti Sally Rasmussen at tað ikki var landslagsmyndir, tey leitaðu [...] leitað eftir. - Tað er okkurt óhátíðarligt við myndunum, og so fella tær í eygað á ein ótrúliga behagiligan máta. Hartil eru tær á tremur við søgum, sum uttan iva fara at geva gestunum nógv at práta um, sigur [...] er til longur, er ein nátúrlig avleiðing av nøkrum samfelagsbroytingum, sum Hotel Tórshavn eisini er ein partur av, heldur hon. Og hendan søguliga partin av býnum og hotellinum hevður leiðslan á ymsar mátar
Jógvan Keldu, løgtingsmaður Eg eri vendur aftur til røðu, sum løgmaður helt á leiðaradegnum á Hotel Føroyum, prentað í Sosialinum 1. februar í ár. Kundi hugsa mær at gjørt onkrar smávegis fyribils [...] lættari. Tað land, ið trýr, at tað er komið longur um 10 ár og ikki tekur nútíðina grundiga í álvara og handlar skjótt, er komið ov stutt. Sum nevndarformaðurin á General Electric, Jack Welch sigur: »Evnini [...] einskiljingina av JFK, sum hann skírdi gjørda á nátt og tað sum grovari var, men sum eg ikki skal nema við í fyrstu syftu. Tað kennist eitt sindur løgið, og fjáltur kemur á ein, tá løgmaður nú brádliga fer at tosa
politikararnir, sum vóru við á kjakfundi í Miðlahúsinum mikukvøldið, eru samdir um. Hóast Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum [...] sum reypa sær av, at har verður ongin føddur longur við downs syndrom, staðfestir hann. Hann helt ikki, at tað var nakað at reypa sær av. Tvørtur ímóti helt hann tað vera «so óhugnaligt, at tað er ikki [...] málbar seg. Og hann vísti samstundis á, at tað seinasta er, at nú fáa kvinnur eisini fosturtøku, tí barnið, tær bera, ikki av av tí kyni, tær vilja hava. Og hann helt, at einasti máti at tryggja sær, at
ið kenna meg, framvegis hava álit á mær. Eins og øll onnur, havi eg gjørt mistøk í lívi mínum. Hetta var mítt val og mítt mistak, helt Bjarne Riis fram. Basso setti hol á Viðurkenningin kom ikki púrt av [...] høvdu longu fimm súkklarar á Team Telecom viðgingið dopingmisnýtsluna. Teir vóru Rolf Aldag, Udo Bölts, Christian Henn, Brian Holm og Erik Zabel. Tískil kom tað ikki heilt óvæntað á, at Bjarne Riis fríggjadagin [...] Súkkling Fríggjadagin kl.15.30 kallaði Bjarne Riis til tíðindafund í heimbýi sínum, Herning. Luttøkan á fundinum var ovurstór, og fjølmiðlafólkini fingu tað, ið tey komu eftir. Nevniliga eina viðurkenning
t. Hetta er tað stór semja um á Føroya Løgtingi. Tað er eisini greitt, at ongin flokkur tekur undir við ætlanini hjá Miðflokkinum at broyta lógina so at Rúsan ikki longur skal sleppa at halda til í eini [...] eini handilsmiðstøð. Tað hevði Miðflokkurin annars lagt uppskot fyri Løgtingið um í kjalarvørrinum á, at ætlanin var at lata Rúsu upp SMS og nú í samband Rúsan er í Miðlon. Vinnunevndin heldur, at tað átti [...] eigur at liggja í eini sølumiðstøð. Men tá ið Løgtingið umrøddi málið, kom tó fram, at Miðflokkurin helt tað vera nokk, at inngongdin til Rúsuna verður flutt, so hon ikki er sama stað sum ein inngongd til