kilo. Týsdagin fekk Samson soleiðis 3.200 pund á 30 línum, og mikudagin hevði hann 1.700 pund á 20. Støddin er toskur 1, 2 og 3, og hann letur væl at, hvussu fiskurin er í holdum. - Teinurin úr Fuglafirði [...] hetta ikki er langur og strævin dagur hjá einsamøllum manni, heldur hann, at hetta ikki er verri, enn man ger tað til sjálvur. - Einar tveir tímar eftir, at fyrsti línustubbin er komin niður, leggi eg á at [...] betri. Hinvegin heldur hann, at gágga er hampiliga gott hýsuagn. - Í eini fýra ár hevði eg ein ungan mann við mær á útróðri. Hetta var ein raskur, ágrýtin og dugnaligur drongur. Hann gavst fyri hálvum øðrum
Fámará. Fjarskotin liggur matrikkul nummar 648a í Vági, ein fýra marka garður, níggju gyllin og 10 1/3 skinn – tað sum fólk betri kenna sum bóndagarðurin í Fámará, ella heimstaðið hjá Johan og konuni Rakul [...] yvir festið í Fámará. Ella sum hann tekur til: - Eg havi trods alt búð í Fámará í tvey ár, og tað mann nokk kvalifisera til at búgva í Fámará. Hann hevur sostatt fastan bústað í Suðuroy, soleiðis sum tann
frá, at eg fari at leggja frá mær sum løgmaður, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindunum á FM1 seinnapartin. Løgmaður hevur tó eisini skotið upp at skipa eina breiða samgongu millum Sambandsflokkin [...] Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. - Tað hevði verið skilagott fyri føroyska samfelagið, so mann fekk stabilitet bæði í politisku skipanini og í samfelagnum við nøkrum semjum. Men Bárður á Steig [...] teir ikki á mál, eri eg sjálvandi til reiðar at fara undir at skipa nýggja samgongu, segði hann á FM1 og legði aftrat, at tað sær ikki út til at blíva til veruleika í løtuni.
ítróttarligum sjónarhorni eru tað serliga tvær løtur, ið Óli minnist aftur á. - Tá vit javnaðu til 1-1 á útivølli móti so mætari fótbóltstjóð sum Týsklandi, og áskoðarafjøldin, ið taldi gott og væl 40.000 [...] Hetta eyðkenda tað týska, har alt var eftir bókini og eingin ivi var um nakað sum helst. Hatta var man ikki vanur við á Sevmýru, á Tórsvølli ella á Svangaskarði. Í øllum førum ikki í eins stóran mun. - [...] spurdur, um hann hevði nøkur góð ráð til teir ungu fótbóltsleikararnir kring landið, svarar hann, at man ikki má smæðast. - Trúgv uppá teg sjálvan og før teg fram samsvarandi. Óli heldur ikki at hann sjálvur
sína fyrstu fløgu út í fjør og sína seinnu fyrr í ár. Sigur man Jákup Eli, so má man siga Vanja. - Tann sangin havi eg nokk sungið umleið 1.000.000 ferðir, sigur Jákup Eli flennandi. Annað kann ikki sigast [...] Jákup Eli Joensen var sum vera man stak glaður eftir sína konsert á Summarfestivalinum fyrr í kvøld. - Eg haldi sjálvur, at tað gekk ordiliga væl. Men eg hevði ikki væntað so nógv fólk, so tað eri eg bara
Sund á Streymoynni. Íalt verður høvuðstunnilin 7,1 km. langur og íalt er talan um 11,1 km. av samlaðari tunnilslongd. Kostnaðurin er mettur til eina slaka 1 milliard og eru tað Kaupthing og Føroya Lívstrygging [...] fast við henda prísin. FAKTA Longd á høvuðstunli: 7,1 km Longd á vestara greintunli (til Strendur): 2,1 km Longd á eystara greintunli (til Runavíkar): 1,8 km. Samlað longd á øllum vegastrekkjum í Skálaf [...] hann við, at eitt uppskot um heimild at fremja hesa ætlanina kann verða lagt fyri løgtingið áðrenn 1. mars í ár. - Eg ætli mær so ikki at liggja á boðunum. Tit frætta skjótt aftur frá mær, segði hann
siga, at hann eigur hugskotini sjálvur. - At brúka hugskotini hjá øðrum følist eitt sindur, sum tá man snýtir í Ludo. Tí kann eg faktisk eisini gott finna uppá at lata vera við at brúka eitt fínt hugskot [...] 40 filmar um Føroyar Verkætlanin »40 filmar» hjá Kovboyfilm umfatar hesar stuttfilmarnar um Føroyar 1. Ellisakfør 2. Sightseeing í Norðoyggjum 3. Norðurlandahúsið 4. Foto Safari 5. Føroyskar vinnur 6. Gjógv
uppgávu vildu stigtakararnir hava Wilhelm Petersen at loysa. Royndir sum stjóri hevði hann sum vera man úr Atlantic Petroleum, og við seks árum sum kredittleiðari í Føroya Sparikassa frá 1992 til 1998 í [...] Wilhelm Eyðunson Petersen Aldur: 48 Starv: Stjóri í bryggjarínum Okkara Útbúgving: Sivilverkfrøðingur, 1. part av HD og doktari í framleiðslutøkni Fyrrverandi størv: Kredittleiðari í Føroya Sparikassa 1992-1998
at loysa. Á odda fyri arbeiðinum í skúlanum vóru Regin Marnersson, skúlastjóri, Karl Martin Olsen, 1. varaskúlastjóri, Fríðhildur Didriksen, flokslærari, og Ester Poulsen, KT-vørður. Og fyri at loysa tann [...] vera, at vit fáa tveir, tríggjar ella fýra næmingar til hvønn flokk ella at tørvurin er so stórur, at man kann stovna ein fjarlestrarflokk burturav. Óansæð hvat tað verður, eru vit opin fyri tí, tí vit halda
hann kortsíðani er komin aftur úr feriu. Rói Kalsø vendir aftur løtu seinni: - Jú, vit hava tríggjar manns búgvandi í Jekaragøtu í løtuni, sigur hann og greiðir víðari frá orsøkini til órøttu upplýsingarnar [...] ikki í báðum húsunum, sum Demich eigur - men bara í øðrum. Nýggjaru húsini vórðu yvirtikin av Demich 1. juli, men tað er ikki klárt at flyta inn har enn. Har mangla ting sum møblar, sjónvarp og steintoy [...] Jekaragøtu nettupp orsakað av ónøgd um bústaðarviðurskiftini. Hví hevur Demich so valt at senda sínar manns aftur har? - Í hasum førinum er tað tí, vit ikki hava megnað at hýst teimum. Vit høvdu eina avtalu