sær leiðsluna. Sum vant, var sigurin grundaður á framúr gott verjuspæl, umframt at tryggleikin í álopinum í dag var stórur. Ikki fóru nógvir møguleikar til spillis, og liðið var í góðari javnvág. Havandi [...] og vunnu fimta dystin av fimm møguligum. Dysturin endaði 28-14 til Føroyar, sum var á odda 11-6 í hálvleikinum. Tað var bara líka ta allarfyrstu løtuna, at ábendingar vóru um ein javnan og spennandi dyst [...] føroysku spælararnir aftur. Annika Fríðheim Petersen var kosin besti málverji, Magna Tórðardóttir besti høgri vongur og Tóra Eliasen besti verjuspælari. Annika var eisini kosin besti spælari í tveimum dystum og
kommunuskattinum kring landið var 6,15%. Einasta kommunan á Skálafjørðinum, sum hevði størri lutfalsligan vøkstur enn miðaltalið fyri allar kommunurnar, var Sjóvar kommuna. Har var vøksturin 6,5%. Skattainnøktan [...] á Strondum, við Kollbeinagjógv, á Morskranesi og Selatrað var 30.634.512 krónur ella 1.870.108 krónur hægri enn undanfarna árið. Í Runavík var lutfalsligi vøksturin 5,96% ella eitt vet lægri enn í miðal [...] Skattainntøkan í teimum fimtan bygdunum í Runavíkar kommunu var 126.763.634 krónur ella 7.134.209 krónur meiri enn undanfarna árið. Í Nes kommunu var lutfalsligi vøksturin nakað minni enn í hinum báðum kommununum
maðurin var 16 ára gamal, tá siðamisbrotið varð framt. Ungi maðurin var so drukkin, at hann ikki var førur fyri at gera mótstøðu, tá tann væl eldri maðurin gjørdi seg inn á hann. Sambært dóminum var maðurin [...] Dómarin legði eisini dent á, at tað var ein munandi aldursmunur á monnunum, at teir vóru í familju og at onnur vóru til staðar, tá brotsgerðin var framd. Tann dømdi var eisini ákærdur fyri siðamisbrot sambært [...] Ein maður var í gjár dømdur fyri aðra kynsliga misnýtslu enn samlegu móti einum ungum manni. Tann dømdi skal inn at sita í tríggjar mánaðir, umframt at hann skal rinda manninum 15.000 krónur í endurgjaldi
fyri tosk í dag var 26,70 krónur, og hetta var fyri tosk 1. Eini 15-16 tons vóru av hýsu, og besta miðalprísin fekk hýsa 1, 20,93 fyri kilo. Í morgun var mest av hýsu 2 og hýsu 3, og her var miðalprísurin [...] í morgun, og besti miðalprísurin á longu var 12 krónur fyri kilo. Besti miðalprísurin á brosmu var 7 krónur fyri kilo - og vánaligasti miðalprísur á brosmu var 5 krónur fyri kilo. [...] Seinastu dagarnar hevur fiskaprísurin á uppboðssøluni verið góður, og sølan í morgun var einki undantak í so máta. Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun tilsamans 68,5 tons av fiski fyri stívliga 1,1 miljón
eystan fyri Føroyar var í miðal um 30 sentimetrar long, meðan norðhavssildin var størri. Miðallongdin á norðhavssildini var 33 sentimetrar, og miðalvektin var 321 gram. Størsta sildin var at síggja í vestara [...] parti av kanningarøkinum. - Í aldursbýtinum sæst, at lutfalsliga nógv var til av 12 ára gamlari sild. Hetta er 2004-árgangurin, ið var seinasti góði árgangurin av norðhavssild. Síðan tá hevur tilgongdin [...] eystur í norskan sjógv. Hyggja vit eftir, hvussu sær út við sildini, vísir Havstovan á, at nógv sild var at fáa í einum øki frá eystan fyri Føroyar og í ein útnyrðing móti Íslandi. - Sildin eystan fyri oyggjarnar
Nevningarnir sluppu at hoyra 1-1-2 uppkallið, sum var gjørt hesa lagnunátt, 20. november 2013. Ákærdi var spurdur um hetta uppkallið, og hann greiddi frá, at tað var maðurin hjá fyrrverandi konu ákærda, sum gjørdi [...] maðurin fór út í bilin at spyrja, hvør rætti bústaðurin var. So her er ein minnissvíkur. Ákærdi dugdi heldur ikki at siga, hvar onnur tuflan var blivin av. Hann hevði mist hana á veg upp á ella komin á [...] siga, hvussu tað ar hent. Eitt annað, sum ákærdi ikki visti at siga, var, hví órættaði hevði tvær knívsstungur í bringuni, tá hann bert var dottin einaferð. Málið heldur fram í Førya Rætti í morgun, og kanska
kvøld. Hann helt fyri, at hóast munurin á liðnum var stórur, so var 3-0 ein og stórur sigur. Heltur kundi hann hugsa sær, at vit minkaðu um munin, tá støðan var 2-1. Bill M. Jacobsen kundi ikki seta fingurin [...] minka um munin. Eisini Gilli Sørensen, liðskipari á U21 landsliðnum, var vónbrotin um at tað skuldi gerast 3-0, men ásannaði at talan var um lið í heimsflokki, sum okkara spældu ímóti. - Teir spæla skjótt [...] góðan bóltførleika, sigur Gilli Sørensen, sum metir, at liðavrikið var góðkent. Teitur M. Gestsson, málverji hjá U21 landsliðnum, var heldur ikki nøgdur við úrslitið. - Nei eg eri faktist ikki nøgdur.
Tað var stór gleði í Kyndils-leguni eftir finaluna, har Kyndil tryggjaði sær FM-heitið í kvinnuhondbólti. Talan var ikki um tann vakrasta hondbóltsdystin, sum hevur verið, og Andreas F. Hansen, sum saman [...] við Sophus Dal-Christiansen er venjari hjá Kyndli, ásannaði, at tað var strævið á beinkinum. - Vit royndu tað, sum vit kundu, men tað var sera trupult at fáa gongd á spælið hjá okkum. At rópa nyttaði als [...] alla tíðina, og at enda var tað nóg mikið, segði Andreas F. Hansen eftir dystin. Tá somikið harðir dystir verða spældir, kunnu skaðar gerast ein partur av spælinum, men í dag var tað Andreas, sum hevði
Hann var føddur 22. desember í 1919 – í dag fyri hundrað árum síðani. Júst var slóðbrótari. Hann var fyrsti føroyski skipari í nýggjari tíð, sum royndi í Nýfoundlandi. Tað var í 1956, at hann var skipari [...] Brestir, ið var næsta stállínuskipið, sum kom til Føroya – Vesturhavið Blíða á Toftum var tað fyrsta. Poul Hansen átti Brestir. Í 1962 varð kraftblokkur settur í Brestir yviri í Íslandi. Brestir var fyrsta
Monica var við lið hansara og troystaði hann seinastu løtuna. Vit eru øll sera kedd um hendan syndarliga og óvæntaða miss, skrivar Trevor Hensley. Ken Hensley var føddur í London í 1945. Hann var øll árini [...] árini virkin sum tónleikari. Í sjeyti árunum var hann týðandi partur av rockbólkinum Uriah Heep. Hann spældi ljómborð, sang og var við at skriva fleiri av stóru hittunum hjá bólkinum – eitt nú »Easy Livin'« [...] Hann helt eisini fram at skriva tónleik og geva út. Nú hann doyði, var hann mitt í arbeiðnum at gera nýggja soloútgávu. Ken Hensley var høvuðsnavn á fyrsta Summar Festivalinum, sum varð hildin í 2004. Hann