eldri fólk hava ríkiligt at takast við, eitt nú ein bát, nakrar seyðir ella eina eplaveltu. Onnur hava okkurt handaligt at takast við, sum at tilevna eitthvørt úr træ, úr jarni, beini ella ull, og so eru [...] áhugamál, og vit hava eingi vápn, vit kunnu nýta fyri at fáa okkara ynski ella krøv framd. Tað er ikki eitt pensionistafelag okkum tørvar, men ein samgonga, sum talar søk teirra eldru, og vil bøta um viðurskiftini [...] ferð fakfeløgini fáa ein lønarvøkstur, minkar virði á fólkapensiónini samsvarandi. Tí má tað vera eitt krav, at pensiónin hækkar við prísvøkstrinum, og at hon eisini hækkar samsvarandi við lønarvøkstrinum
Tað er ongin loyna, at út frá kanningum, ið eru gjørdar eitt nú í Norðoyggjum, so er eitt pláss á einum eldrasambýli 50% bíligari enn á einum røktarheimi. Fyrimunurin við hesari loysn er eisini tann, at [...] til brúkaran úti í heimunum, fylgja við inn á sambýlið, og ger tað tað lættari hjá teimum gomlu at fella til. Grundtankin við sambýlum er tann, at tað skal líkjast so nógv sum møguligt einum vanligum heimi [...] ið er í dag, við at keypt/bygt nøkur eldrasambýlir, har fólk við vanligum ellisbrekum kundu fingið eitt pláss. Somuleiðis er eisini tann fyrimunur við eldrasambýlum, at tey gomlu sleppa at verða við í øllum
hetta áður, fáa teir eina skiftistíð upp á eitt ár. Somuleiðis fara teir festarar, ið nærkast 70, eisini eina áminning um at lata festið frá sær, tá ið teir fella 70. – Verður nýggjur festari ikki funnin [...] fer nú at skerpa mannagongdina í sambandi við aldursmark fyri, hvussu leingi ein bóndi kann hava eitt festi. Tað stendur annars í lógini, at ein bóndi skal lata festið frá sær, í seinasta lagi tá ið hann
yvirvág av prefabrikeraðum orðum, kann hann kallast vánaligur um ikki óføroyskur. At kalla eitt granntræ fyri eitt grannatræ avdúkar nakað annað. Vit vita øll, hvat ein granni er. Fyrr høvdu vit grannastevnu [...] Nú skriva øll ritgerðir. Alt verður kannað og beskrivað. Men eitt er, sum eingin torir at nerta við, og tað er, hvussu tað føroyska málið hevur broytt seg tey seinastu áratíggjuni. Ein ritgerðin kundi [...] eftir ætlan. Hvussu er so útslitið av hesi ætlan, hesari málsligu planleggingini? Er málið blivið eitt betri amboð, hvassari, fínari, melodiskari, neyvari? Nøkur dømir kunnu nevnast, sum peika á málbrúk
kl. 8 næsta morgun. Tá var gjørd ein bandaga úr træ við spjálkum, formaður eftir undirmunninum og upp við kjálkunum. Undir høkuna og upp um høvdið varð eitt messingband lagt. Alt kundi spennast saman við [...] í Sloans sali. Tað var fyrst Dea, konan, sum kom við har. Gamli Sloan plagdi at vitja hana og hava eitt orð og eina bøn. Hetta góðkendi urmakarin sum so. Men ein dagin fann hann tey bæði á knøunum í bøn [...] av teimum mest virknu í samkomuni millum annað sum sunnudagsskúlalærari í mong ár. Her gjørdi hann eitt stórt arbeiði saman við Ludvig Poulsen. Í sunnudagsskúlanum komu eisini hansara hegnigu hendur til
fyrimyndir. Elin klárar seg væl í tí dagliga, og sum smágenta royndi hon eitt sindur av hvørjum. Eitt nú búði familjan í Fraklandi í eitt ár í 1993/1994, tá ið pápin spældi fótbólt og fekst við at selja fisk [...] Hvat nú? Nú Elin verður liðug við 10. flokk, sigur Elin sjálv, at hon kundi hugsað sær eitt arbeiði í einum handli, eitt nú í matvøruhandlinum, Brotinum í Saltangará ella í øðrum líknandi handli í kommununi [...] Leitisveg í Saltangará. Elin Abrahamsdóttir Løkin elskar at syngja. Hon hevur sungið til ymisk tiltøk, eitt nú hjá Javna. Hon hevur eisini verið at sæð í SvF og á palli í SMS. Hon hevur sungið á Oyrarbakka
tíðindaskriv, har annar rópar í eyst og hin í vest. Har tað fella mong høggini. Hetta er einki nýtt, tí vit hava í eitt heilt valskeið verið vitni til eitt áhaldandi og afturvendandi stríð millum flokkarnar. Tað [...] Tað er hetta, sum nívir fast hjá Tjóðveldisflokkinum, og tí royna teir nú at bjarga stumpunum við eitt nú í íslendskum miðlum at siga frá, at fullveldið liggur bara fýra ár frammi í tíðini ? ein beinleiðis
men eftir nakrar fakligar og praktiskar metingar avgjørdu teir, at skifta øll trøini um eina leið. Eitt træ stendur eftir og orsøkin til er heilt einfalt, at tað træið er frískt og hevur nøkur ár eftir enn [...] settu honum hesar spurningar, sum nógvir borgarar í høvuðsstaðnum hava sett sær sjálvum. – Har er eitt stórt øki, sum var tilgrógvið við sponskum hindberum. Eisini vóru fleiri rønnetrø, men tey vístu seg
at geva teimum eitt klapp á herðarnar og troysta teir. Eitt, ið er áhugavert við at vera vertur fyri ’Dagens Mand’, er, at nógvir av eins fordómum veruliga verða settir uppá spæl. Eitt nú tá ein maður [...] - Eitt, tvey, trý so hevði eg fingið svar frá TV2, hvar og nær eg skuldi møta til upptøkuroynd. Sjálvsagt var eg ótrúliga spent, men eg var ikki beinleiðis nervøs. Komin inn hagar, fekk mann eitt spurnarblað [...] Føroyar sum eitt paradís hjá børnum at vaksa upp. Hvussu eg tá fái ein útlendskan mann at flyta til Føroyar, mugu vit fáa at síggja til ta tíð, sigur Elsa flennandi at enda og skoytir uppí. - Eitt er tó heilt
við spølum og tílíkum. Nakrir menn sita og spæla eitt kúluspæl. Teir hugdu upp, tá ið vit komu framvið og spurdu eisini, hvar vit fóru. Konsofólkið er eitt arbeiðssamt fólk. Tey arbeiða hart, meðan tey arbeiða [...] út sum trúboðari, skal ein vera sterkur bæði sálarliga og likamliga. Mann møtir so nógvum. Tað er eitt annað fólk og ein onnur mentan. Og tey hugsa á ein annan hátt. Vit høvdu eisini aðrar uppgávur. Vit [...] so ein stórur partur av akrunum vóru avsvidnir. Ayana segði mær, at hetta var sera vandamikið. Um eitt slíkt ár kom afturat, var vandi fyri, at tað kundi koma hungursneyð. Vit frættu, at hungursneyð var