eisini varð nýttur í hesum. Men fyrst og fremst, so er hetta ein verkætlan, har endamálið er at fevna um allar næmingarnar í innskúlingini. Men hetta er neyvan nakar vanligur skúlasjónleikur. Og tá fra [...] sigur seg sjálvt, at hetta eisini er eitt eyka skump til næmingarnar. Tey kunnu veruliga kenna seg sum stjørnur í nakrar dagar, og fyri áhoyrararnar og onnur við er talan jú um framúr umstøður, sigur [...] kórið er undir leiðslu av Leif Hansen. Við hesum hava vit eisini fingið serkøna hjálp til leikin, og tað er avgjørt eisini nakað, sum gevur næmingunum nógv. Skapa alt sjálvi Leikurin sjálvur er nýggjur
»páskirnar« er ávirkað av jólunum. Har siga vit »jólini« – »tey«, men »páskirnar« hava annað kyn; páskirnar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døgum, so nevnist tað »um páskirnar«. Leygardagin [...] í føroyskum Her mugu vit hava í huga, at rætta sniðið er »páskirnar«, og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyldfólki um høgtíðina, er rætta orðingin »gleðiligar páskir«. At mong eru farin [...] við, nær ið opið er um høgtíðina. Harumframt skal havast í huga, at tað nevnist »páskadagur« og »annar páskadagur«. Mælast má frá at siga »fyrsti páskadagur«. Nú ið páskavikan er um at røða, ber
neyðugt er at brúka fyri at kunna ferðast millum plássini, og hvørt tað kann vera neyðugt at koyra ígjøgnum møguligar gjaldstunlar. Skipanin er ment í samráð við Taks, og sostatt eru longdirnar á vegateinum [...] Nú ber til at síggja vegalongdirnar millum øll bygd pláss í Føroyum. Landsverk hevur ment eina nýggja skipan, sum nú er partur av heimasíðuni, har til ber at seta inn navn á bygdum ella býum í [...] millum Argir og Ánirnar, 83,94 kilometar millum Gøtugjógv og Gásadal, 70,69 millum Tórshavn og Toftir, og 46,14 millum Velbastað og Vestmanna. Sjálvt bygdir, ið neyðugt er at sigla til, verða bundnar
altartalvuni er komið, og samstundis fáa frágreiðing frá konservatorinum um arbeiðið. Nú er tryggingarlagið av ovara partinum tikið burtur og fest á tær nýggju pláturnar, ið skulu halda [...] uppi, so klárt er at reinsa og endurbøta tann partin. – So øll, sum eru áhugað, kunnu koma í kirkjuna nú mikudagin og har fáa kunnleika um hetta stóra og spennandi arbeiði, ið nú er komið væl ávegis
Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri og frá sínum egna lívi. Tað er slíkt, sum er so nógv vert [...] Ymsar metingar eru um, hvussu gomul Porkeri er, men roknast kann við, at hon er millum elstu bygdir í Føroyum, tí fyrstu ferð navnið Porkeri kemur fyri, er í Hundabrævinum umleið 1350, har nevnt verður [...] hansara, Elin, var úr Porkeri, og var hon ein merkiskvinna. Hetta er so eisini partur av søguni hjá Porkeri. Torleif er giftur við Jolinu, sum er ættað frá bygdini, Innan Glyvur, millum Strendur og Skála. Tey
pápi, tykkara lívsskeið er endað, saknurin er stórur, tungt er at missa, men vit hava nógv at verða takksom fyri, at vit kundu hava tykkum millum okkum so leingi, vit vita, at tað er tann eina vegin tað ber [...] Nú skjótt eitt ár er liðið síðani vit mistu teg góða mamma, vilja vit á henda hátt siga tær og pápa takk fyri allar tær ríku løtur vit høvdu saman. Mamma var fødd og uppvaksin í Tjørnuvík, dóttur Hans [...] væl gekk. Tær upplivingar vit har høvdu saman við familju, kenningum og vinum, eru fastgrógvnar í minninum, har var so hugnaligt og fjálgt, sandurin var okkara spælipláss, men kundi eisini vera
vaska vit hendurnar rætt«. Ein fyritøka, ið framleiðir sápu, hevur sent á marknaðin eina sápu, ið nevnist »Vaska hendur«; »Vaska« er navnið á framleiðslurøðini, men sum tað er orðað, stuðlar hetta [...] hendurnar . Orðingin »at vaska hendur« er nýkomin í føroyskum, og sum ikki einaferð kemur ávirkanin úr donskum »vaske hænder«. Í føroyskum vaska vit okkum um hendurnar. – Vit vaska klæði, vit vaska bil [...] vaska vit okkum um eyguni, um hendurnar, um føturnar o.s.fr. Soleiðis verður sagt um kroppin og partar av kroppinum. Eldri málmaður, ið ikki longur er millum okkara, segði við røktarfólk, ið fór at »vaska
í staðin fara at stevna, og tá er líka vítt sum sítt, tí tá kann málið draga nógv longur út. Øll eru vit samd um, at tað er gott fyri alla Suðuroy, at virksemið aftur er á flakavirkinum á Tvøroyri [...] ávísum virki, sum tó ikki sjálvt er komið sær í hesa støðu. Mangt er, sum bendir á, at allar súður ikki eru syftar í hesum málið, hóast landsstýrismaðurin er farin í tingið við málinum, tí tað [...] hava spælt við opnum kortum, so er alt málið rótað upp í ein ellibita, soleiðis at landsins myndugleikar nú mugu leggja seg skerflatar fyri kapitalinum. Men tað er ikki rætt, at eitt ting skal gera
ferðast við Norrønu um Suðuroyarfjørð hesar vikurnar, og hvussu nógv Norrøna hevur kostað Strandferðsluni, er ikki gjørt upp enn. Men greitt er, at sjáldan hava so nógv ferðast um fjørðin. Bæði [...] at eta ein góðan bita og hugna sær. Norrøna er farin aftur í sína vanligu millumlandasigling. Seinasti túrur av Vági var sunnudagin klokkan 15. Nú er tað aftur Smyril, sum røkir siglingina. r
partaeigararnar í Atlantsflog. Teir hava keypt síni partabrøv, tí at landsstýrið lovaði, at seinni triðingurin eisini skuldu seljast. Úrslitið av hesum er, at eingin handil er við partabrøvum [...] Eitt er tað, at landið hevur bóndafangað hesar partaeigarar. Tað er nóg ringt í sjálvum sær. Men hvussu skulu útlendskir íleggjarar hava álit á einum landsstýri, sum ber seg soleiðis at? Er endamálið [...] Forsøgan til støðuna hjá til sperdu partaeigarunum í Atlantsflog er, at landsstýrið førir ein vinnupolitikk, sum minnir ikki sørt planbúskapin hjá kommunistalondunum. Tað var – løgið nokk –