ágangandi, tey hildu vakt um náttina og tá ið tey ikki fingu prát við okkum, skrivaðu tey bara tað tey sjálv hildu. Og tað var als ikki í samsvari við sannleikan. Sóley var ein vøra sum skuldi seljast og tað gjørdust [...] øllum umstøðum fór at fáa annað blóð. Aftaná søgdu læknarnir, at hon bløddi meir enn teir høvdu roknað við. Tað var ikki ein spurningur, um hon skuldi hava blóð ella ikki, men ein spurningur um lív ella deyða [...] tankin, at hon skuldi fáa HIV-smittað blóð spøkti eisini. - Tað plágaði meg og eg vaknaði um náttina við marruni, at nakað ræðuligt fór at henda. Men tá ið vit spurdu um vit kundu sleppa at lata blóð varð
búskaparfrøðingarnir at vera loyalir yvirfyri sínum faki og viðgera føroyska búskapin sum eina Tíðsseriu. Við øðrum orðum eigur ikki bert at gangast út frá búskaparligu fortreytunum í dag. Hvussu sjálvbjargin [...] búskapurin, um fiskanøgd og fiskaprísir verða sum eitt nú í 1991? Tað átti at verið óneyðugt at komið við áminningum sum hesari, men í seinastini hevur tað verið alt ov vanligt at hoyra fólk í fjølmiðlunum [...] a javnvág uppá langt sikt. Men sum John Maynard Keynes segði í 1923 ? uppá langt sikt eru vit øll deyð. Føroya búskapur í framtíðini eigur at verða ein blandingsbúskapur eftir Norðurlendskum leisti, ið
og var á tremur við nýtímans trygdarútgerð. - Maður mín var við einum øðrum skipi hjá Grønlendska Handlinum, men var biðin um at koma umborð á Hans Hedtoft, tí har skuldi bert fólk við góðum pappírum og [...] Grønlendska Handlinum, Hans Hedtoft, við Kappan í Grønlandi. Umborð vóru 95 fólk og eingin teirra spurdist aftur. Hetta var jomfrúferðin hjá hesum stórfingna skipi og eins og við Titanic slaka hálva øld framman [...] framman undan roknaði eingin við, at vanlukkan kundi henda. Tveir føroyingar vóru við. Ólavur Guðsjónsson, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Grønlandi. Hann var føddur í 1943. Hin var Richard Jacobsen úr Sandvík
og tað kláraðu sørvingar einki at gera við. Teir vunnu ofta bóltarnar aftur, men fingu bara ikki nóg nógv stig burturúr kortini. Álopini hjá Fleyr vóru saman við servunum nógv effektivari enn tey vóru [...] álopsspælinum. Blokkurin hjá SÍ steðgaði tí, sum var á veg yvirum, og nú sá svart út hjá Fleyr, sum við neyð og deyð hevði togað seg upp á 10-12. Hetta var síðsta sprellið hjá Fleyr og næstu bóltunum tóku sørvingar [...] r eisini revsaðir fyri. Tað hendi nevniliga tað, at SÍ tók eitt sett frá Fleyr. Uppiborið var tað við tí spælinum og tí anda sum sørvingar vístu í triðja setti, og tað er einki at ivast í, at var hesin
palli við hesari manningini Siesta Siesta, er eitt orkestur sum er mannað við ungum havnadreingjum og teir høvdu brynjað seg við trimum ungum dámun, ið kryddraðu við góðum kóri. Siesta komu við vøkrum [...] og onkutíð skemtiligu orðini, sett saman við typiskum rock-grepum, hóskaðu væl og fekk fólk við. Bólkurin er ikki so væl samanspældur, men teir fóru ikki niður við høvdunum, tá okkurt mistak varð gjørt. [...] at seta hol á. Nógv fólk var ikki komið, tá teir við trompetspæli settu hol á eina væl vanda skrá . Poul Arni Holm sang og alt í alt hevði hann saman við bólkinum eina frálíka pallframførslu. Wild Child
nýggja lóg á hesum øki, og at stýrið fer at venda sær til Pedagogfelagið við hesum máli. Ein arbeiðsbólkur arbeiðir eisini við at gera uppskot til reglugerð fyri forskúlaarbeiði. Formaðurin greiddi frá [...] hini fakfeløgini, sum hava verið í samráðiingum við landsstýrið, hevur Pedagogfelagið eisini fingið boðið eina høvuðsavtalu. Pedagogfelagið tekur undir við hinum stóru fakfeløgunum og vil ikki hava høvuðsavtalu [...] fíggjarorku grunsins og at halda fast við, at limirnir skuldu gjalda eitt fast mánaðarligt gjald fyri hesa skipan. Limirnir gjalda í løtuni 125 kr. um mánaðin, og eru teir við hesum tryggjaðir fyri eina upphædd
frá vanlukkuni við lívinum, um tey nýttu bilbelti. Sama er galdandi fyri tey, sum hava fingið álvarsligar skaðar í ferðsluvanlukkum - trygdarbelti minkar um skaðarnar við 50%. Endamálið við hesum orðum er [...] ógvusligar uppbremsingar - væl at merkja um hann er spentur fastur, so at hann ikki stoytir saman við teir hørðu lutirnar, sum er rundan um hann. Royndirnar vórðu gjørdar á vári í 1954, og longu árið eftir [...] tryggast at binda seg í bilbelti, tá ið koyrt verður í bili. Tað kann vera spurningur um lív ella deyð! Minst til - hóast tú hevur skund - at spenna bilbeltið tekur bert fá sekund.
eg skal taka undir við. Einki føroyskt undirhald SvF síggi eg ikki fyri tíðina, av teirri einføldu orsøk, at eingin skrá er at tilrættisleggja eftir. Havi vant meg við at fylgja við í skránni, soleiðis [...] soleiðis at eg ikki verið hangandi við skíggjan alt kvøldið. Hetta kann tilráðast øllum potentiellum sapparum, sum ótilvitað halda, at tey missa nakað við at sløkkja. Spyr teg sjálva, hvat tú sást í sjónvarpinum [...] meini eg ikki tyrolaraborðhald við felagssangi o.t., men fjølbroytt undirhald. Kanska ein long sending í prime-time, ikki endiliga hvørja viku, men eina dygdarsending við djørvum og fryntligum vertum. Tað
og tá teir so at siga vóru fingnir frá hondini í øllum góðum, so varð ikki roknað við, at hinir fóru at gera nakað við favorittin. At endaliga avgerðin ikki fall fyrrenn í níggjunda og síðsta umfarinum [...] annað ár. Men hvussu við talvunum, har tað verður tikið remis mest sum beinanvegin? ? Har eru ongar altjóða reglar, sum avmarka tí møguleikanum. Vit ynskja Heina Olsen tillukku við FM heitinum, og so kunnu [...] væl verið, at tað ikki hevði verið neyðugt við umdysti millum Heina og John Rødgaard. Heini, sum var eitt hálvt stig undan hinum, stríddist nógvar tímar við eitt talv, sum hevði verið niðurlagt, men hann
stíli tosar við seg og til teirra, sum hyggja at filminum. Filmurin er, sum nógvir aðrir filmar hjá Mel Gibson, rættuliga ógvusligur. Tó er filmurin undirhaldandi, og tekur tú tað heila við fyrivarni, so [...] í filmum, har tað gongur hart fyri seg. Filmar sum Mad Max, Dødbringende Våben, Løsepenge og aðrir við, hava gjørt Mel Gibson kendan sum ein filmssjónleikara, ið hóskar sera væl í leiklutir sum ein hørð [...] telja peningin og skulu býta, verður Porter tikin á bóli. Kona Porter skýtur hann í ryggin, og saman við Val tekur hon peningin og rýmir í tí trúgv, at Porter er deyður. Vit vita tó øll, at Mel Gibson er