men eg hugsi, at tá avtornar, fer Miðflokkurin at lata sær lynda, at onnur ráða og definera, hvussu kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum verða førd út í lívið. Fólkaflokkurin fer - sum vant - at fáa sín vilja [...] eygleiðing? Ja og nei. Nei, tí Sambandsflokkurin er ikki enn lagdur undir grønu torvu - og ja, tí at Fólkaflokkurin í roynd og veru hevur drigið Sambandsflokkin langt út í høgra borð. Tað kann ein og hvør síggja [...] Sambandsløgmaður fer at vælsigna víðgongda høgra-politikkin og doypa hann "semju" ella "konsensus". Partísoldátarnir fara at taka við diktatinum, sjálvt um tey innast inni vita, at tað er galið. Soleiðis
tosað um tunfisk - um tað nú var nakað fyri okkum og um hetta fiskaslag man vera at fáa um okkara leiðir. Meira enn prát er tað so ikki vorðið. Nú sær tað ikki mætari út enn, at fremmandir gestir úr Japan [...] fyri okkum. MEN hvussu ber tað so til, at vit ?gloyma? at hyggja kring okkum sjálvi! Hvussu ber tað til, at aðrir skulu koma úr fjarskotnum londum til Føroya og siga okkum, at her er fiskur, ið vit annars [...] hinumegin knøttin, skulu geva práti og tosi okkara bæði kjøt og blóð. LØGIÐ at hugsa sær, at vit føroyingar skulu leita langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar
er tað rættiliga strævið, og tað gongur hart útyvir ryggin, men tað hevur gingið kortini. Soleiðis fekk eg áhugað í húðrøkt og sminku, og eftir at hava arbeitt hjá Heilsu og Kosmetikk í umleið 3 ár, fór [...] varð biðin um at hjálpa til við at smyrja bæði privatfólkum og modellum, og tað dámdi mær bara væl. Tá mótasýningar hava verið í ítróttarhøllini í Runavík og á Kambsdali, havi eg verið og smurt modellunum [...] eg til Danmarkar at læra eitt sindur um at smyrja og reinska húð. Eisini fekk eg leiðbeining í at gera kropsmassagu,og heimafturkomin keypti eg so gott sum øll tey amboðini, sum vera brúkt í einari húð-klinikk
føðingardagstiltaki, sum skal verða við til at fíggja afturvalið. - Tað er gott at vera millum vinir, segði Obama, eftir at Rahm Emanuel, borgarstjóri í Chicago hevur sett haldið. [...] Chigo at halda føðingardag sín í dag. Hann er undir stórum trýsti, men í heimbýnum hevur hann nógv viðhaldsfólk, og 2400 demokratar rindaðu upp í 187.000 krónur fyri at luttaka í einum stuðuls- og føði
m, og væntandi er, at hann verður væl møttur. Teir báðir fara ætlandi at viðgera spurningin, hvussu teir kundu hugsað sær, at Fiskimannafelagið verður rikið frameftir. Lítið man vera at ivast í, at hetta [...] hann tosar um – og hann dugir eisini at vera skemtiligur. Jan Højgaard hevur hinvegin sínar bersøgnu meiningar um mong viðurskifti, sum viðvíkja fiskimonnum, og hann plagar ikki at vera tann, sum leggur [...] leggur fingrarnar ímillum. Sosialurin fer at fylgja fundinum á Vinnuháskúlanum og fer at koma við eini umrøðu í blaðnum fríggjadagin.
standa seg. Var tað einki í NJM og NM kappingini, sum bendi á, at møguleikar eru fyri, at onkur annar føroyskur svimjari fer at gera seg galdandi? -Tað er so lætt at sammeta tíðirnar, og hesa ferð vóru tær [...] hvussu týdningarmikið tað er, at karmarnir og kringumstøðurnar eru í lagi. Tað hevur sjálvandi týdning. Tó haldi eg, at júst Pál Joensen og hansara avrik eru gott dømi um, at viljin og íløgan eiga sín stóra [...] plagar at verða gjørt burturúr, og hvat ikki plagar at verða gjørt burturúr. -Tá ið tað verður sagt, at vit gera nógv burturúr fyrireikingunum og karmunum, so verður tað sammett við, hvat plagar at verða
ígjøgnum sum lóg. Teir áttu sjálvandi at lagt tað fram sum eitt uppskot til samtyktar. Tað hava ikki forhandla, áðrenn teir skrivaðu undir. Tí undrar tað meg ikki, at javnvágin í sáttmálanum ikki er nóg [...] Høgni vónar, at Hoyvíkssáttmálin kann gerast ein byrjan uppá eitt sterkt norðurlendskt samstarv. - Eg vóni, at Grønland og Norra koma við í framtíðini og styrkja samstarvið, sigur Høgni Hoydal at enda. [...] Høgni Hoydal, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin, heldur, at hugskotið við Hoyvíkssáttmálanum er gott. Tó heldur hann, at javnvágin ikki er nóg góð. - Íslandssáttmálin gjørdist liðugur longu í 2003. Vit
Hann fer kortini ikki inn at sita við tað sama, men varð leyslatin aftan á dómsúrskurðin. Løgreglan óttast tó ikki fyri, at maðurin fer at rýma av landinum undan revsingini. Vit hava jú ógvuliga gott samstarv [...] føroyingur, búsitandi í Danmark, hevur fingið 20 daga treytaleyst heftið fyri at hava smuglað 165 gramm av hashi til Føroya Tað var hash-hundurin hjá tollvaldinum, sum slotaði seg fram til 38-ára gamla føroyingin [...] vitjan, og við sær hevði hann 165 gram av hashi. Nøgdin er ikki ógvuslig, men kortini mett var størri, enn til egna nýtslu. Maðurin varð tí førdur í grundlógaravhoyring í morgun, tí mett varð, at hann hevði
Noreg, og ætlanin var, at eg skuldi koma til Føroyar, men vegna barnsburð lá tað ikki so væl fyri, sigur hon. Glað at vera aftur Anneke von der Lippe sigur, at hon er ógvuliga glað fyri at vera aftur í [...] í Føroyum. ? Eg havi góð minnir hiðani, og tað er gott at vera aftur í Føroyum hóast árstíðin kanska ikki er tann besta, sigur hon. Tó verður hon eisini mint aftur á tær minnu góðu løturnar í Føroyum, [...] leikstjórin ikki tordi at senda sjónleikararnar heim. Vandi var nevniliga fyri, at teir ikki sluppu aftur til Føroya vegna veður. Hon viðgongur, at henda gamla ræðslan frá tíðini í Føroyum um at sita veðurføst
nútímansgjørd, og er ætlanin at gera Skáan til eitt hugnaligt og gott matstað hjá fólki, sum ynskir at fara út at eta. Umframt Skáan er eisini Pizzaria og Hollywood í bygninginum, sum í framtíðini fer at verða [...] verða umbygdur og nútímansgjørdur til at ganga dagsins krøvum til kvalitet á møti. Ætlanin er eisini at hava gistingarmøguleikar á økinum. Dagligur leiðari er Georg Eystan Á, sum heldur, at teir kunnu bjóða [...] bjóða fólki eitt hugnaligt og friðaligt umhvørvi.. Teir hava júst fingið skonkiloyvið longt til ár 2002.Á myndini Georg framman fyri nýggju og snotuligu barrina. Mynd Jens K. Vang