einum máli frá Kalou, og síðani var talan fyri tað nógva um stórt trýst frá heimaliðnum. Tað eydnaðist tó ikki at økja um leiðsluna, og tá klokkan fór um teir 90 minuttirnar kundi Peter Clarke syrgja fyri [...] sensatiónini og nýggjum heimadysti til Southend. Hetta økir uttan iva um trýstið á Scolari, sum er venjari í Chelsea. Eisini Stoke var fyri óvæntaðum tapi leygardagin, tá teir á útivølli máttu lúta 2-0 [...] á vegnum, men hetta helt ikki Liverpool frá at fara avstað við einum 2-0 sigri. Og gleðin gjørdist ikki minni, tá Fernando Torres var maðurin, sum beint undan leikloki økti til 2-0. Hetta var fyrsti dysturin
hvussu fara Frændur menninir at hátíðarhalda 25 ára dagin? Spurdur um hetta sigur Steintór, at teir í komandi døgunum fara at hittast og práta um hvussu árið skal hátíðarhaldast. Sambært Steintór er møguleiki [...] Summarfestivalinum 2009. - Um vit náa at geva eina fløgu út, so kunnu vit eisini geva fólkið eitt serligt upplivilsi á Summarfestivalinum, greiður Steintór frá. Spennandi verður at síggja, um ætlanirnar hjá Steintóri [...] Steintóri verða til veruleika, og meira verður at frætta um hetta í komandi døgunum.
møguligt hjá føroyingum at keypa nýggju bókina um Harry Potter, og hetta er áðrenn amerikanarar hava møguleikan til tað Tað hava verið sera strangar reglur um, at eingin skal hava møguleika at lesa bókina [...] sáttmálar um at halda treytirnar. Bókin kemur í handilin hjá Rit & Rák á midnátt náttina til leygardagin, og í hesum sambandi hevur Rit & Rák opið í ein tíma ? frá midnátt til kl. 01.00. Alt hetta fer fram [...] har yviri. Kl. 00.30 fer Bergur Rasmussen at hugleiða um Harry Potter. Bergur hevur týtt tær seinastu bøkurnar, og hevur gjørt sær nakrar tankar um endan av søguni. Enska bókin ber heitið ?Harry Potter
tapping, har hitin verður hildin um 5 hitastig til 2-3 dagar aftan á seinasta søludag. Hetta fyri at finna útav, um mjólkin er spilt ella hevur feil frá virkinum, ella um mjólkin er vorðin ov heit aftan [...] eiðaran: »Ver sera ansin við reinførinum og kanna um kølitangin er rætt stillaður«. Keypmannin: »Set mjólkina í kølirúm skjótast gjørligt, og kanna um kuldaskápið/rúmið er rætt stillað«. Brúkaran: »Minnist [...] kanna hitan í kuldaskápinum«. Eisini skal havast í huga, at nakrar smakkroyndir eru á mjólkini um várið. Hetta er av tí at neytini nú fáa gras í staðin fyri vetrarfóður. MBM
teg sjálvan: spurningurin er um vit ikki nú politiskt eiga at vita um ein kann at finna politiska loysn - eina neyðsemju, sum vit kunnu semjast um. Eg havi ta kenslu, at hetta er nakað, sum vit eiga at umhugsa [...] so fer hann at geva tí allan sín stuðul - 100%. -Eg vil eisini lova at hjálpa til uttan mun til um hetta verður á uttanríkis- ella forsætisráðharrastøði. Tað vil so eisini byggja á fyrireikingar og uppá [...] Úttalilsini hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen í føroyskari pressu herfyri um marknaósemjuni millum Føroyar og Bretland hava møguliga við sær, at málið ikki endar í Haag uttan víðari.
Vit hava eisini tosað um bankamálið, og Javnaðarflokkurin hevur greitt mær frá teirra hugsan um gongdina síðani 1993. Hetta havi eg noterað mær, men vit eru eisini vorðnir samdir um, at vit mugu bíða við [...] kritikk. Hetta sigur danski forsætisráðharrin og formaðurin í danska Javnaðarflokkinum, eftir fundin við føroyska Javnaðarflokkin. Seinastu árini hava báðir brøðraflokkarnir ikki sitið ov væl um sátt, men [...] fegin um, at føroyski Javnaðarflokkurin, Jóannes Eidesgaard, Marita Petersen og hini - heva tosað so beinleiðis við meg - eisini kritiskt, sigur forsætisráðharrin. Hann leggur afturat, at júst hetta er
verður væntandi útselt væl áðrenn tað, møguliga longu um mánaðarskiftið. Nú fólk eisini skulu hugsað um vandan við ikki at fáa atgongumerki, tí um tað er um at vera útselt fær helst ein sjálvstyrkjandi ávirkan [...] unum í ár, hetta merkir at 3.000 fólk hava keypt atgongumerki. Umframt hesi 3.000 skulu roknast børn, tónleikarar, hjálparfólk og onnur, sum sleppa ókeypis. Gjørt upp í stykkjatali er hetta meir enn tvífalding [...] in og Summar Festivalurin selja 3000 atgongumerki og seta met, gleðist Jón almikið um. Hann sigur við Sosialin Hetta merkir, at føroyingar so dyggiliga hava tikið ímóti festivalkonseptinum, soleiðis sum
Sjálvstýrisflokkinum fyri í tinginum um at avtaka oljuavgjaldið. Teir vísa á í uppskotinum, at 30/3-2000 var lógin um oljuavgjald broytt av undanfarnu samgongu. Hetta var ein feilur, sum undanfarna samgonga [...] lógarbroyting. Um ikki tað var hent, hevði prísurin regulerað seg sjálvan. Tað sum eg vil siga er, at samgongan eigur onkursvegna at rætta upp á oljuprísin. Fólkið klárar ikki hesa byrðuna. Hetta at oljan hækkaði [...] hækkaði so ógvusliga, kom óvart á øll. Um ikki hetta uppskot frá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum verður samtykt, so eiga vit í samgonguni at koma við okkara egna uppskoti ongantíð ov skjótt!
søkjast um serligt skeinkiloyvi afturat tí vanliga. Áðrenn loyvisnevndin gevur hetta loyvið, skal tað ummælast hjá bæði kommunu og løgreglu. Lokalu myndugleikarnir hava best innlit í, hvussu hetta best kann [...] Landstýrismaðurin við Vinnumálum hevur broytt kunngerðir um rúsdrekkasølu hjá hotellum og matstovum, hann leggur dent á, at her er talan um smáar og sera restriktivar broytingar. Broytingarnar eru bert [...] tilgjørdum mati, um vørurnar verða bílagdar eina viku frammanundan. Harumframt kann Rúsdrekkasøla Landsins geva teimum matstovum og gistingarhúsum, sum keypa nógv, ávsláttur. - Talan er um restriktivar broytingar
ið elvdi til sjúkuna, men hann hevur ein mistanka um, at so er. - Vit hava drukkið ókókað vatn sum vanligt, men vit hava onga staðfesting av, um hetta nú var orsøkin, tí ongar veruligar kanningar eru gjørdar [...] ikki 100% vísur í, at sjúkan stavaði frá vatninum, men eg havi ein sterkan mistanka um tað. Tað sigur havnaborgari, sum um dagarnar hevur ligið sjúkur. Hann sigur, at fyrst legðist yngri sonurin sjúkur, og [...] hann. Havnaborgarin heldur, at Tórshavnar kommuna eiga at lata fólk vita, um minsti mistaki er til vatnið. - Tað ger einki, um sagt verður frá einaferð ov nógv – heldur enn einaferð ov lítið, sigur hann