læra seg at nýta tær »resourssur«, sum nátturan gav teimum. Til dømis vísti hann okkum, hvørji bløð kundu nýtast til at gera forbindingar til liðini, knø, hondlið o.s.v. , ið skuldi fáa tað at lekja skjótari [...] , sum í veruleikanum ikki var annað enn eitt gott bussskýli her hjá okkum. Vit fingu so ein smádrong at fylgja okkum til vallaraheimið, og har vórðu vit eisini væl móttikin, men sjálvt um vit høvdu bílagt [...] rættiliga strangt her, tí tú hevði ikki loyvi til at fara yvir í bygdina, uttan tú vart sømuliga ílætin við sarongi niður um knø, og akslarnar fjaldar, tíverrri fingu vit onga frágeiðing um hví. Tað var eitt
Føroyum. Tað var fyrst í 90?unum. Umframt at fundast, fingu útlendingarnir eisini sæð nakað av Føroyum. Teir vóru millum annað í Landsstýrinum, og fingu kunning um Føroyar. Eisini vóru teir ein túr undir [...] nsluttning verður hann kallaður. Um ein kann samanlíknað hann við føroysk viðurskifti, verður tað til ein samstarvsbólkur fyri tey norðurlendsku starvsmannafeløgini. DNF umboðar eini 100.000 limir í teimum [...] samráðingarrætturin á henda hátt varð tikin frá feløgunum. Lurtað varð eftir klaguni, og hon varð tikin til eftirtektar.
Tað ber til, men tað hevur bert mangla onkur, sum tordi at gloppa hurðarnar, sum leiddu til støð, har deyv mettu seg onga atgongd at hava. Hon er vitandi um onkran ungan deyvan, sum nú ger seg til at fara [...] hevur prógvað, at tað ber til hjá deyvum at koma ígjøgnum slíkar útbúgvingar. Maria hevur áður gingið á bæði HF og handilsskúla, og hon vil við hesum royna at eggja onnur deyv til at fara undir at útbúgva [...] deyvum næmingum á skúlanum. Sjálvsagt varð neyðugt, at tær umstøður, sum skulu til fyri at undirvísa deyvum, eisini vóru til staðar. Skúlin er jú fyri øll, og tískil skal tað eisini verða plás fyri slíkum
Norðingar í Hvalba? Hvat er tá galið? Speiska viðmerkingin, vit báðir myndamaðurin fingu við rámandi suðuroyardialekt, tá vit komu til Hvalbiar, rakti væl. Tað er í so sjáldan, at ítróttarfjølmiðlarnir eru á staðnum [...] Hvalba, at leikskráin, sum VB gav út til dystin, kostaði 10 krónur. Tað hildu vit vera eitt sindur løgið, tí aðrastaðni í landinum er hon ein gáva frá heimaliðnum til áskoðararnar. So hevði tað verið ólíka [...] sum enn er skotið í HM-kappingini. Men ta ferðina var eydnan við VB, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 2-0 til Boby Brno. VB meira ágangandi Í seinna hálvleiki var VB eitt sindur meira ágangandi
baklinjuni. Í 2. hálvleiki vóru gøtumenn tríggjar ferðir í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, og teir fingu tvey mál. Hitt fyrra tá korter var runnið, og Heini Heinason var farin einsamallur ígjøgnum tungu [...] Hilmar Hansen minkaði um munin, tá tað restaðu átjan minuttir. Hann sneiddi fleiri av og smekkaði til úr 18 metrum. 3-1 málið tveir minuttir fyri leiklok var átókt fyrsta málinum: Petur Sjúrðarberg legði
í LÍF vóru ikki komnir til Hvalbiar fyri at hava ábyrgdina av undirhaldinum, um tað við undirhald verður sipað til at hava nógv fólk langt frammi á vøllinum og harvið vera við til at skapa málmøguleikar [...] ígjøgnum í vinstru, legði upp á tvørs til miðvallaran Tomek, sum smekkaði til, málverjin hjá Roy hálvbjargaði, og so var Kristian Eliasen fyrstur á returinum. Sami maður økti til 2-0 á hálva tímanum. Hann fekk [...] og viðhvørt spældu langt fram til teir báðar á toppinum, Jonhard Høgnesen og Kirstian Eliasen. Og sanniliga bragdaði tað hjá LÍF. Eitt lítið korter var farið, tá teir fingu hol á og harvið styrktu uppaftur
hálvleiki, og tað sást, at hann framvegis er plágaður av knæskaðanum, sum hann fekk, áðrenn landsliðið fór til Estlands. Sámal vandamikil Johan Nielsen royndi sum frægast at blanda kortini, hann hevur á hondini [...] fyllu í álopinum. Tað var hann, sum sjey minuttir undan dystarenda eftir uppspæl í høgru legði innfyri til Henning Jarnskor sum tætt undir málinum setti tonna undir bóltin, so hann fór í handara sólpan og í [...] Gøtumenn høvdu fleiri møguleikar, og tað er einki at undrast á, at teir iðra seg um, at teir ikki fingu fleiri mál. Ta einu ferðina í 1. hálvleiki sendi vongverin, Magni Jacobsen, úr fimm metra fjarstøðu
og HB menninir kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir fingu eitt mál ímóti sær. HB málverjin, Danny Rasmussen, legði eitt málspark út til vongverjan í vinstru, Hans Andreas Dahl. Tað hevði ungi og [...] óvæntað. HB hevði bóltin meiri, og teir vóru noyddir til at taka seg alt longri fram á vøllin, og tað bar í sær møguleikar fyri skjótum mótálopum til heimaliðið. HB hevði onkran góðan møguleika, og royndirnar [...] hevur fýra lið niðanfyri seg, áðrenn teir leygardagin skulu til Leirvíkar at hitta venjaran frá í fjør, Harry Benjaminsen. Hjá HB stendur væl til. Teir liggja javnir við B71 í toppinum, og tað er væl, tá
bert eftir at runavíkingar høvdu staðið ímóti stórum trýsti frá havnarliðnum. Dysturin endaði 2-1 til NSÍ, og fyrsta málið stútaði Harry Knudsen í kassan, eftir at B36-málverjin var farin fullkomiliga [...] vóru fleiri, men B36-ararnir dugdu ikki at gera sær dælt av støðunum, sum tóku seg upp. Eitt mál fingu teir kortini. Tað skeyt Kenneth Jacobsen aftan á trunkaspæl, eftir at B36 hevði havt hornaspark. Men [...] aftur upp á spæl. Sjúrður Jacobsen fór ígjøgnum í vinstru og stakk bóltin inn um fløtu B36-verjuna til Harry, sum ikki sveik. NSÍ kom ikki longri upp á stigatalvuni, men teir eru nærri 1. plássi enn 10
skoraði hann til 2-1 Sumbingar høvdu fleiri møguleikar og trýstu til tíðir HB-liðið í botn, men tað var so sum so við effektivitetinum. HB var vandamiklast, tá Jens Erik Rasmussen slapp aftur til baklinjuna [...] tí tað bar ikki til at siga, um nakað var brotið, og um so var, hvat. Sjúkrabilurin kom á staðið, og Mortan varð fluttur á sjúkrahúsið á Tvøroyri. (Sunnumorgunin varð hann fluttur til Landssjúkrahúsið [...] ásannaðu teir á oddaliðnum, at hetta var harðasta mótstøða, teir hava fingið higartil í ár. Sumbingar fingu fyrsta málið í dystinum og høvdu gott tak á oddaliðnum, sum javnaði út móti endanum av fyrra hálvleiki