4000 fólk vitjaðu Voxbotn 2012

Leygardagin fór nýggja tónleikatiltakið, Voxbotn 2012, av bakkastokki. Fyrireikararnir meta, at tilsamans 4000 fólk vitjaðu Vágsbotn henda konsertdagin, sum hilnaðist so mikið væl, at fólk kunnu vænta sær eitt Voxbotn 2013

Vágsbotnur var karmur um stórt tónleikatiltak leygadagin, tá nógv fólk var komið saman at hoyra føroyskar og útlendskar tónleikarar framføra á Voxbotn 2012. Hetta er fyrstu ferð skipað hevur verið fyri einum slíkum tiltakið í Vágsbotni, og hóast onkrar barnasjúkur vóru, gekk dagurin væl við nógvum gestum og fjølbroyttum tónleiki.

- Hugskotið var, at hava ein konsertdag, sum er ætlaður fólki millum 16 og 50 ár. Ein dagur, kvøld og nátt, har fólk kunnu njóta góðan tónleik, sigur Rúni Djurhuus, sum er ein av fyrireikarunum. Rættiliga nógv børn vóru eisini í Vágsbotni, hóast konsertdagurin av fyrstan tíð ikki beinleiðis var ætlaður børnum.

- Eftir áheitan frá nógvum foreldrum valdu vit at hava eitt barnaland í Tórsgøtu, soleiðis at børnini eitt nú kundu spæla í hoppiborgum og koyra el-bilar, meðan foreldrini lurtaðu eftir tónleikinum, sigur Rúni Djurhuus. Miðalaldurin á teimum, sum vitjaðu tiltakið, lá millum 25 og 30 ár, meta fyrireikararnir.


Medina sang í hálvan tíma

Høvuðsnavnið henda dagin var kenda, danska songkvinnan, Medina, sum trein á pallin klokkan 00.30. Í ein hálvan tíma framførdi hon øll tey kendu hittini, og fyrireikararnir eru væl nøgdir við framførsluna hjá høvuðsnavninum.

- Avtalan var, at Medina skuldi levera nakað gott, og tað halda vit avgjørt, at hon gjørdi, sigur Rúni Djurhuus. At høvuðsnavnið á Voxbotn 2012 bert var á pallinum í hálvan tíma, var ikki av tilvild.

- Allir bólkarnir spældu í 30-40 minuttir. Medina er von við at upptraðka fyri fleiri túsundtals fólkum, og tá hon sá Vágsbotn, helt hon sjálv, at 30 minuttir vóru passaligir, greiðir Rúni Djurhuus frá. Ein stórur partur av teimum, sum lýddu á Medinu leygarkvøldið, vildi vera við, at hon ikki sang, men at hon bert mimaði, meðan ein fløga spældi, men so var ikki, slær Rúni Djurhuus fast.

- Medina tillagar sínar framførslur alt eftir, hvussu nógv fólk eru til konsertirnar. Í Vágsbotni vóru færri enn 5000 fólk, og tí valdi hon eitt minni setup, enn tá hon spælir fyri eini størri áhoyrarafjøld. Ístaðin fyri at hava bólk afturat sær brúkti hon singback, soleiðis at tónleikurin var á fløgu, og hon sang live, sigur Rúni Djurhuus.


Vágsbotnur riggar væl

Fyrireikararnir halda, at umhvørvið royndist væl til konsertdagin, hóast onkrar avbjóðingar vóru.

- Størsta avbjóðingin var at skula syrgja fyri, at trygdin var í lagi. Eitt nú bóru vit ótta fyri, at fólk, sum møguliga høvdu fingið ov nógv upp í høvdið, kundu detta á sjógv, men tíbetur spældi alt væl av eisini viðvíkjandi trygd, sigur Rúni Djurhuus. Eftirmeting hevur ikki verið enn, men sambært fyrireikarunum fara onkrar broytingar at vera gjørdar, tá næsta Voxbotn-tiltakið verður.

- Studentatjaldið riggaði væl, men harði tónleikurin órógvaði møguliga onkrar av bólkunum, sum framførdu á stóra pallinum, og tískil fara vit at tosa um, hvørt studentatjaldið skal standa Úti Í Bakka ella ikki komandi ár, greiðir Rúni Djurhuus frá.

Longu nú er tó greitt, at tiltakið verður aftur komandi ár.

- Eini 4000 fólk vóru til tiltakið, og vit hava fingið ótrúliga nógvar positivar viðmerkingar frá fólki, og tískil hava vit avgjørt, at tað verður eitt Voxbotn 2013.