AB-HB

AB-HB (0-0)

Dómari: Georg Rasmussen

AB: Tórður Thomsen - Tummas Justinussen, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Alex Mellemgaard - John Hansen, Dánial Rói Olsen, Høgni M. Joensen, Kenneth Jacobsen, Rasmus Nielsen - Evrard Blé (Dan Petersen, 88.)

Gult kort: Kenneth Jacobsen

HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur T. Jørgensen, Vagnur Mohr Mortensen, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam - Páll M. Joensen, Kári Nielsen (Ólavur í Ólavsstovu, 65.), Fróði Benjaminsen - Bjarni Jørgensen (Johan Eivind R. Mouritsen, 76.), Tróndur Sigurðsson (Andrew av Fløtum, 55.), Rógvi Poulsen

Gult kort: Rasmus Nolsøe

 

HB skal taka lut í europeisku kappingini, og tí verður landskappingardysturin millum AB og HB spældur longu í kvøld.

Fyrsta bríkslið var klokkan 17.00, og portalurin fylgir við:

 

25.

Framvegis málleyst. HB leypur á, og AB hevur nógv fólk aftarlaga á vøllinum.

 

45.

Hálvleikur. Einki mál er skorað í 1. hálvleiki. Leikferðin hevur ikki verið serliga høg, og málmøguleikarnir hava verið fáir og smáir.

 

66.

Andrew av Fløtum, sum hóskvøldið fekk ein snudd ímóti B36, er skiftur inn í HB álopið, og Ólavur í Ólavsstovu er settur inn á HB miðvøllin fyri Kára Nielsen, sum var skaddur, tá ið hann fór av vøllinum.

Støðan er framvegis 0-0.

 

90.+4

Liðugt

0-0!