Danmark
Kristi himmalferðardagur er steypadagur í Danmark. Í flestu londum eru traditiónir knýttar at fótbóltinum og ikki minst at steypakappingunum. Í Danmark er finalan í steypakappingini altíð í Parkini Kristi himmalferðardag, og soleiðis er tað eisini í ár.
Tað eru AB og Silkeborg, sum skulu stríðast um eitt pláss í UEFA Cup. AB hevur tríggjar ferðir áður verið í finaluni, meðan Silkeborg ongantíð áður hevur nátt so langt.
Álopsspælarin og toppskjúttin hjá Silkeborg, Henrik Pedersen, segði týsdagin á tíðindafundi í Parkini, at finalan ímóti AB verður næststørsta fótbólts avbjóðingin hjá honum. Størstu avbjóðingina helt hann tað vera, tá hann 16. august í fjør fyri fyrstu ferð spældi á landsliðnum. Tað var tá Danmark vann 2?0 á Føroyum á Tórsvølli.
Tað verður sagt úr Danmark, at tað framvegis væl sást á grasinum í Parkini, at Grand Prix finala var har fyri stuttum. Serliga har pallurin var, er tað framvegis berligt. Týsdagin vóru níggju túsund atgongumerki seld til finaluna. Í hesi vikuni hevur veðrið verið gott í Danmark, og heldur tað sær, so vera tað ivaleyst fleiri enn fimtan túsund áskoðarar til finaluna.
Silkeborg er næstfremst í superliguni, og AB er fjórði aftast. Men síðsta sunnudag vann AB í landskappingardysti 2?1 í Silkeborg.