AB vann í heyst uppflyting í bestu deildina, har argjamenn síðst vóru í 2023.
Nú arbeiða argjamenn við at styrkja um hópin, sum næsta ár fer at verja plássið í bestu deildini, sum AB alla hesa øldina hevur stríðst við at halda tørn um.
AB skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:
Í kvøld kann AB kunngera fyrsta leikarastyrkin til komandi kappingarár, tá AB aftur verður at síggja í Betrideildini. Vit eru sera fegin um at bera tey tíðindi, at Jimmy Abdul, ið hevur verið ein sterkur verjuspælari hjá FC Suðuroy síðstu árini, hevur skrivað undir sáttmála við AB. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.
Talan er um ein skjótan, væl vaksnan og sterkan miðverja, ið nú verður at síggja á Argjum. Jimmy, sum er ættaður úr Nigeria, kom til FC Suðuroy á sumri 2022, og tað gjørdist beinanvegin sjónligt fyri øll, at hesin spælarin hevði støðið til meira enn at spæla í 2. deild og 1. deild. Saman við liðfeløgunum í FC Suðuroy framdi Jimmy tað bragd at flyta upp tvær ferðir á rað; fyrst úr 2. deild í 2023 og síðani úr 1. deild upp í Betrideildina í 2024. Leingi var eisini líkt til, at FC Suðuroy skuldi varðveita sætið í bestu deildini í ár, men á seinasta leikdegi blivu suðuroyingarnir yvirhálaðir av 07 Vestur.
Jimmy Abdul hevur verið ein stórur profilur fyri FC Suðuroy síðstu árini, og vit hava sera góðar vónir um, at hann kann blíva ein sannur fongur fyri AB komandi tvey árini.
Í AB verður Jimmy liðfelagi við landsmannin, Obule Sunday Moses, so AB nú hevur tveir leikarar úr Nigeria. Jimmy er í løtuni staddur heima í heimlandinum, og tí hava vit ikki nakra mynd av honum í AB-búnanum enn.










