Adrian fekk sín fyrsta sigur í donsku superliguni

AC Horsens vann á útivølli

Mynd: AC Horsens

Adrian R. Justinussen hevur á fyrsta sinni roynt at vunnið ein dyst í donsku superliguni. 

 

Adrian kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá lið hansara, AC Horsens á útivølli á Nature Energy Park leikvøllinum í Odense vann 2-1 á OB.

 

Tá Adrian kom á vøllin hevði Kristian Kirkegaard júst lagt Horsens á odda 2-1. 

 

Horsens fekk annars eina ræðuliga byrjan. Longu í triðja minutti legði OB seg á odda við einum sjálvmáli. Sjey minuttir undan steðginum javnaði Yamirou Ouorou til 1-1.

 

AC Horsens hevur fýra stig fyri fýra dystir, og er í løtuni nummar sjey í deildini.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 hevur AC Horsens dyst á heimavølli móti Lyngby. 

 

Mynd: AC Horsens