Jákup vann á fyrrverandi starvsfelagnum

Við teprum sigri í Sørvági í kvøld heldur B36 tørn í kappingini um europeisku plássini, meðan 07 Vestur framvegis er hótt av niðurflyting

Mynd: B36

Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið 07 Vestur í kvøld hevði vitjan av B36. Hetta er annar sigurin hjá B36, síðani Jákup á Borg tók við aftur sum venjari. Hetta var triði dysturin hjá Jákupi við stýrisvølin. Fyrsti dysturin var á ólavsøku, tá ið B36 vann 1-0 ímóti AB, og so var tað, tá ið B36 fyri tveimum vikum síðani tapti 2-0 í Klaksvík.

 

Sigurin ber við sær, at B36 hevur 33 stig og er undir liðini á HB. Tað eru sjey stig fram til oddaliðið NSÍ, og tað er eitt stig fram til KÍ, sum í annaðkvøld fer at spæla á Argjum.

 

Tór-Ingar Akselsen, sum inntil fyrr í summar var venjari hjá næstbesta liðnum í B36, er nú venjeri hjá 07 Vestur. Tapið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur framvegis er á áttanda plássi við 16 stigum. Tað er eitt stig aftur til B68 og tvey stig aftur til Skála ÍF.

 

Í kvøld legði 07 Vestur seg á odda beinanvegin. Málskjútti í triðja minutti var Jonathan Timothy Flensborg, sum nú hevur skorað fýra mál í Meistaradeildini í ár.

 

07 Vestur hevði onkrar aðrar málmøguleikar, og eitt nú var liðformaðurin Jasper Van Der Heyden einsamallur við B36 málverjanum, men tann tvídystin vann Silas Eyðsteinsson í B36 málinum.

 

Eitt stórt korter var farið, tá ið B36 javnaði til 1-1. Uppleggði átti miðvallarin Dávid B. Andreasen, og tað var Pætur J. Petersen, sum sendi bóltin úr vinstru og í handara síðunetið. Hetta var aðru ferð í ár, at Pætur J. Petersen var málskjútti í Meistaradeildini í ár.

 

12 minuttir eftir steðgin var tað Bartal Páll Klein, sum skoraði B36 sigursmálið. Uppleggið átti miðvallarin Djóni Sivertsen.

 

Næsti dysturin hjá 07 Vestur verður sunnudagin ímóti HB í Gundadali.

 

Næsti dysturin hjá B36 verður fríggjadagin á útivølli ímóti Víkingi.

 

Mynd: B36