Tveir dystir eru eisini leiktir í niðara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum í dag.
Vesturi á Eiðinum í Vági vann FC Suðuroy 2-1 á ÍF, og á ovara vølli í Gundadali í Havn vann 07 Vestur 3-1 á B36, og hevur sostatt fyribils lagt seg á odda í niðara endaspælinum.
FC Suðuroy-ÍF 2-1 (2-0)
1-0 Bjarta Hammer (34.)
2-0 Bjarta Hammer (43.)
2-1 Reima Isaksen (50.)
B36-07 Vestur 1-3 (0-2)
0-1 Katlyn Ferreira Soares (12.)
0-2 Anitha Mortensen (28.)
0-3 Kristina Gásdal (67.)
1-3 Livyan Kétille Borges Silva (85.)
Kelda: dystir.fo
07 Vestur er fremst við átta stigum. B36 hevur seks stig, FC Suðuroy hevur fýra stig, og ÍF er aftast við einum stigi.











