Liðið hjá Hanusi Sørensen fekk fyrsta sigurin undir land

Hanus fekk 84 minuttir á vøllinum í dag

 

 

 

 

Hanus Sørensen og liðfelagarnir í Aluminij kunnu fegnast um fyrsta sigurin í bestu slovensku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á útivølli eydnaðist tað Aluminij at vinna 3-1 á Kalcer Radomlje. Hanus var á vøllinum í 84 minuttir áðrenn hann var skiftur út. 

 

Stóra hetjan hjá Aluminij var Bede Amarachi Osuji, ið skoraði reint hattrick innanfyri 18 minuttir í fyrra hálvleiki. 

 

Aluminij hevur fimm stig fyri fýra dystir, og teir eru nummar seks í deildini. 

 

Komandi fríggjadag klokkan 16.30 hevur Aluminij dyst á heimavølli móti Grosuplje.