Adrian Cieslewicz bleiv nummar tvey í atkvøðugreiðsluni um at gerast besti leikarin í triðja umfari í FA Cup. Vinnarin av atkvøðugreiðsluni hjá enska fótbóltssambandinum gjørsti Newcastle leikarin, Hatem Ben Arfa.
Enska fótbóltssambandið skrivar á heimasíðuni, at Adrian Cieslewicz fekk áleið ein fjórðing av teimum 4.000 atkvøðunum. Hatem Ben Arfa fekk 43% av atkvøðunum og fær umframt heitið sum besti leikarin í triðja umfari, eisini eina persónliga innbjóðing til sjálva FA Cup finaluna á Wembley.
Tað var eftir avrikið í fyrra dystinum móti Brighton, sum spælir tríggjar deildir hægri enn Wrexham, at enska fótbóltssambandið valdi 21-ára gamla Adrian Cieslewicz sum ein av fimm teimum bestu í tí umfarinum.
Við støðuni 1-0 til Brighton á teirra heimavølli sá einki út hjá non-league liðnum, men við einum frálíkum máli, har Adrian rak millum tveir verjuleikarar og smekkaði bóltin í málið, tryggjaði hann felagi sínum ein umdyst á heimavølli.
Í umdystinum í Wrexham varð Adrian Cieslewicz valdur til dagsinsleikara av Wrexham viðhaldsfólkunum. Dysturin endaði við at Brighton vann upp á brotssparkskapping.
Umframt Adrian Cieslewicz og Hatem Ben Arfa vóru Arnaud Mendy(Macclesfield Town), Matt Phillips(Blackpool) og Matt Ritchie(Swindon Town) á listanum.
(Mynd: BBC: Adrian Cieslewicz(t.v) fegnast um útjavnandi málið)