Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Eg ætlaði mær at fara eina ferð til Kuba, men viðurskiftini í landinum - orsakað av herdu amerikansku embargo´ini - gera tað so at siga ómøguligt at fara tann vegin.
Tað sigur Torbjørn Jacobsen, og hann leggur aftrat:
- Kubanska samfelagið er steðgað upp. Ravmagn hava tey í mesta lagi tveir tímar í hvørjum sólarringi, og maturin er farin at ganga undan. Sjálvt heilivágur er vorðin trotvøra í landinum, sum hóast støðuna sum U-land, hevur verið í fremstu røð, tá tað snýr seg um heilsuverk.
Tobbi sigur, at hann og konan kortini fara av landinum ein túr í summar.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Miðskeiðis í fimmtiárunum í hinari øldini búðu foreldur míni nøkur ár í Marstal á Ærø. Orsøkin var, at pápi mín lærdi til stýrimann og skipsførara á Marstal Navigationsskole.
Torbjørn Jacobsen vísir á, at tað var í hesum umhvørvi, at hann kom inn í hendan heimin á sjúkrahúsinum í Ærøskøbing hin 7. oktober í 1955.
- Slakar fýra mánaðir seinni fluttu vit heim til Føroyar, og stutt fyri hetta varð eg skírdur í Marstal kirkju. Av og á havi eg vitjað aftur á føðioyggj míni, og tað ætli eg mær at gera aftur í ár.
Torbjørn Jacobsen leggur aftrat:
- Sigur tú einum ærø-búgva, at tú ert føddur í oynni, so fara allar hurðar úr lási, og einki er óført - tú ert ein av teimum, sum hann tekur til.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg havi vitjað allar oyggjarnar í móðurlandinum - eisini Lítlu Dímun, har eg var hin fyrsti, sum flutti fram røðu á fólkafundinum, sum hevur verið hildin í oynni.
Torbjørn leggur aftrat, at hann eisini hevur verið í Tindhólmi.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Eg kundi ikki hugsað mær at búð aðrastaðni enn júst í Føroyum, men eg havi sama tørv sum so mong onnur at fáa íblástur og avmáldan frið eina løtu í fremmandum umhvørvi.
Hann vísir á, at í prinsippinum hevur ein borgarstjóri ongantíð feriu, men fjúrtan dagar um árið kann hann geva sær sjálvum og í hesum førinum konuni í meiri friðarligum umhvørvi enn tí, sum ein hektiskur gerandisdagur hevur at bjóða.
- Hetta snýr seg eisini um at fylla orku á ravløðurnar av nýggjum, og tað hava vit øll tørv á soleiðis av og á, sigur Torbjørn Jacobsen.
Í VikuskiftisSosialinum seinast, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Tað sigur mær einki at fara suðureftir











