Fótbóltur
Tann 13. mai spældu B36 og Skála landskappingardyst í Formula-deildini. B36 sendi beint eftir dystin inn kæru um, at Skála hevði gjørt nýtslu av Slavisa Kaplanovic, hóast hesin – av misgávum – ikki stóð skrivaður á dómaraseðilin.
Tað kærumálið í fjør, sum fekk nógv tí størstu fjølmiðlaumrøðuna, var málið í steypakappingini um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen. Millum nógvar atfinningar um tað málið, varð eisini ført fram, at málsviðgerðin hevði verið alt í verðini ov drúgv. Væl oman fyri 100 dagar.
Tá nýggju reglurnar fyri FSF vórðu samtyktar í vár, sást hetta eisini aftur í reglunum fyri Aganevndina. Har varð nevnliga staðfest, at miðjast skuldi eftir, at kærumál altíð vórðu viðgjørd eftir tveimum vikum, uttan so at heilt serlig viðurskifti talaðu fyri eini drúgvari viðgerð.
Tvær vikur eru kanska dekan ov knøpp tíð, um allar hoyringsfreistir í einum máli skulu haldast. Og tað skulu tær. Men tá dómurin frá Aganevndini kom – tann 3.juli – vóru lidnir 50 dagar, síðani dysturin varð spældur. Og eitt mál, sum tey flestu hildu vera avgreitt við eini bót til Skála, hevði nú brádliga avgerandi ávirkan á oddastríðið í Formula-deildini.
Skála hevur longu kært málið til yvirkærunevndina. Men verður málsviðgerðin her eins drúgv, fer august mánaður um at vera runnin, áðrenn endalig greiða fæst á, hvussu stigatalvan eigur at síggja út.