Seinnapartin leikti liðið Mikkjal K. Thomassen, AIK Stockholm dyst á útivølli móti botnliðnum, Degerfors.
Undan dagsins dysti hevði AIK bert vunnið tvey stig í fýra teimum undanfarnu dystunum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
Men í dag bragdaði aftur hjá AIK, ið vann 1-0 á Degerfors. Bersant Celina skoraði sigursmálið longu í ellinta minutti.
AIK hevði munandi fleiri málmøguleikar enn heimaliðið, og kundi havt vunnið ein størri sigur.
AIK hevur 37 stig á fjórða plássinum. Tað er sama stigatal sum Malmö FF, ið eisini hevur 37 stig á triðja plássinum, men betri málmun enn AIK.
Mjällby er fremst við 47 stigum. Hammarby er nummar tvey við 42 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur AIK heimadyst móti Sirius á Strawberry Arena leikvøllinum.