Musikkskúlin bjóðar øllum á gátt

- Her verður greitt frá, hvat skúlin bjóðar av frálæru, og hvat virksemið fevnir um

- Eitt nýtt skúlaár merkir eisini nýtt musikkskúlaár, og hetta vil Musikkskúlin í Vági varpa ljós á.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Tí bjóðar Musikkskúlin øllum áhugaðum, bæði verandi næmingum, nýggjum næmingum og foreldrum – til ein byrjunarfund.

 

Byrjunarfundurin verður í auluni í Vágs skúla týsdagin, 26. august klokkan 16.

 

- Her verður greitt frá, hvat skúlin bjóðar av frálæru, og hvat virksemið fevnir um.

 

Á byrjunarfundinum verða allir lærararnir til steðar og bjóða til eitt hugnaligt prát.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Vágs kommunu í dag.