VIDEO: Jóan Símun skoraði móti Fram

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum KA-Fram 2-0 (2-0)

Ígjár vunnu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA 2-0 á Fram á heimavølli á Akureyri.

 

Málini hjá KA vóru skotin innanfyri tríggjar minuttir. Í 33. minutti sendi Birgir Baldvinsson bóltin í netið til 1-0 við einum væl plasseraðum skoti. Lítla løtu seinni økti Jóan Símun til 2-0, tá hann sendi bóltin framvið málverjanum. Talan var um triðja málið hjá Jóan Símuni hetta kappingarárið. 

 

KA er nummar 7 í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 26 stigum. Teir hava sama stigatal sum nummar fimm og seks, FH og Vestri sum hava betri málmun. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum KA-Fram 2-0 (2-0):

 

##med2##