Í dag verða trøini í Boysensgarði í Havn og kring Mylnugøtu snøggað. Boysensgarður er urtagarðurin við H. N. Jacobsens Bókahandil, ella Gamla Bókhandil, sum havnarfólk rópa hann.
Talan er um gomul trø, sum eru sera stór. Krúnurnar taka nógvan vind á seg, og tí er vandi fyri, at tey kunnu falla, tá nógvur vindur er. Tí verður tynt út í krúnunum, so tær ikki eru so tungar og ikki taka so nógvan vind á seg.
Í hesum sambandi hevur Mylnugøta verið stongd síðani klokkan 9 í morgu, og hon verður stongd til klokkan 15, siga tey á býráðnum í Havn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##