Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki um mønustingarar

Málið um mønustingararnar, sum hvurvu í Bø fyrr í mánaðinum, verður framvegis kannað av Føroya Politi.

Løgreglan heldur, at hendingin er væntandi farin fram fyrst í august.

 

Sunnumorgunin vórðu tríggir av teimum ellivu mønustingarunum funnir í einari rók undir Reyðastíggi nærhendis Múlafossi í Gásadali, so sum in.fo skrivaði í morgun.

 

Lesið eisini: Mønustingarar funnir niðri í einari rók

 

– Føroya Politi vil framvegis gjarna hoyra frá fólki, ið møguliga vita okkurt um hendingina, skrivar løgreglan, sum heitir á fólk, ið vita eitthvørt, at ringja á tlf. nr. 35 14 48.

 

##med2##

##med3##

 

 

Her niðri á rókini liggja tríggir mønustingarar, sum ikki eru farnir í havið