Akademikarafelag Føroya, AKF, hevur havt aðalfund og har varð nýggj nevnd vald. AKF er eitt samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya. AKF varð stovnað í 2008, og hevur í dag áleið 550 limir.
Á aðalfundinum skuldi nýggjur formaður veljast, tí formaðurin seinastu tvey árini, Ole Jensen, bar seg undan afturvali, tí hann fer frá vegna aldur í vár. Í hansara stað varð Páll Nolsøe valdur.
Á aðalfundinum tilnevna limafeløgini teirra nevndarlimir. Fyri Føroya Verkfrøðingafelag varð Gunn Hanusardóttir Møller tilnevnd. Hon tekur við eftir Mariu Chun Nielsdóttir, ið bar seg undan afturvali. Fyri Arkitektafelag Føroya varð Robert Thomassen tilnevndur og hann tekur við eftir Ole Jensen. Páll Nolsøe varð tilnevndur fyri Magistarafelag Føroya. Anton Arge er nevndarlimur fyri Føroya Byggifrøðingafelag.
Sìðani hevur nevndin skipað seg soleiðis: Páll Nolsøe, formaður, Anton Arge, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, kassameistari og Robert Thomassen, skrivari.