Í dag fer tingið undir aðru viðgerð á tveimum málum, sum bæði snúgva seg um ríkisrættarligu støðu okkara. Í Sosialinum í gjár sigur formaðurin í Miðflokkinum, at flokkarnir í samgonguni eru eins ikki samdir um fullveldið. Hvørja viðmerking hevur formaður javnaðarfloksins til tað?
- Tað skal eg ikki leggja meg út í. Men eg havi longu skilt eitt. Fyri fullveldisætlanini er ein fortreyt. Taka vit ríkisstuðulin burtur frá tí fíggjarlóg, sum longu er framløgd, so hevur hon reelt eitt hall uppá góðar 800 mill. kr. Tað er tann politiska avbjóðingin, sum liggur fyri samgonguna og allar fullveldismenn: hvat seta vit ístaðin fyri ríkisstuðulin?
Har eru so munur á samgonguflokkunum. Fólkaflokkurin sigur, at vit skulu skerja almenna raksturin m.a. við lønarniðurskurði, meðan m.a. tjóðveldisflokkurin sigur, kanska eitt sindur naivt, at vit halda fram við sama tænastustøði, men at vit skulu menna okkara vinnulív soleiðis, at vit skulu fáa tær inntøkurnar eyka.
Men skal tú vinna eina milliard inn á fíggjarlógini, so skal tú trýfalda tína vøruframleiðslu. Tvs. at tú skal tjena 3 mia. kr. meira í vøruframleiðslu, fyri at vinna eina milliard. Og skal tú vinna eina mia. inn aftur við øktum tænastum, so skal tú tvífalda hana. Og tað er ótrúliga høgur málsetningur at seta sær. Eg havi einki ímóti, at ein setur sær hann og roynir at røkka so langt sum ein kann, men tað er eitt sindur illusoriskt fyri meg at síggja, at man yvir tey fyrstu nógvu árini er førur fyri at fáa nakað ístaðin fyri allar hesar inntøkurnar, sum vit við tíðini fara at missa á fíggjarlógini. So har síggi eg ein veldugan mun millum tjóðveldisflokkin og fólkaflokkin, men hvat fullveldis-tankanum viðvíkur, so vita vit, at fleiri fólkafloksmenn eru ikki so heitir fyri tí tank-anum.
Einki fullveldi á hóma
- Sær tú á hesi fíggjarlógini, sum er løgd fyri tingið, nakað, sum fyrireikar okkum til fullveldi?
- Avgjørt einki. Eg skal viðganga, at fíggjarlógin er ein varin fíggjarlóg, men tað er einki, sum ber bráð av, at nú hevur ein tikið eitt politiskt stig, sum gongur móti einum føroyskum fullveldi.
- Ein hevur sett nakrar pengar av til sjálvstýrismál í Tinganesi, men tað er umsiting. Tað, sum ein kundi hugsað sær, varð sett fram, er, at landsstýrið segði: hvussu røkka vit málinum um politiskt fullveldi? Hvar fáa vit pengarnar frá, sum skulu avloysa ríkisstuðulin.
Formaður javnaðarfloksins heldur, at hann má sjálvandi koma frá einum betraðum vinnulívi, og tí átti man at kunnað sæð í hesi fyrstu fíggjarlógini stig, sum ganga fram móti at menna vinnulívið. Tað síggja vit einki til.
Jóannes Eidesgaard heldur fyri, at formaður sambandsfloksins segði tað so væl í Krosskast-sendingini í SVF, at henda fíggjarlógin er bert ein framskriving av 98 fíggjarlógini.
- Har eru so nakrar útreiðsluøkingar, sum eru hart tiltrongdar, men har er einki kollveltandi nýtt men bert eitt framhald av fíggjarlógunum, soleiðis sum vit hava sæð tær tey seinastu árini.
Jóannes Eidesgaard heldur tí ikki, at núverandi fíggjarlóguppskot á nakran hátt leggur upp til ta fyrireiking, sum tjóðveldisflokkurin tosar um, tá talan er um at gera Føroyar til fullveldi.
Mátin
Hvat áhaldandi atfinningunum móti javnaðarfólki og øðrum um at tey ikki tora at taka ábyrgd av egnum landi, so heldur formaður javnaðarfloksins, at hetta eru sera álvarsligar atfinningar, tí sjálvandi vilja flestu okkara taka ábyrgd av sær sjálvum. -Men mátin tú ger hetta uppá, má vera skip-aður og á ein slíkan hátt, at hetta ikki skerjir vælferðina í hesum landi.
- Skulu vit til at hava eitt annað og triðja floks vælferðarsamfelag í Føroyum, so verður talan um eina hópflyting, og tað er ikki hetta, sum javnaðarflokkurin fer eftir.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at javnaðarflokkurin í síni politisku ideologi hevur eina aðra uppfatan enn tjóðveldisflokkurin.
- Tjóðveldismenn hava alla sína tíð havt ovast í síni skrá at skipa Føroyar sum eitt lýðveldi, meðan javnaðarflokkurin hevur viljað stuðlað undir og bøta um vælferðina hjá tí føroyska fólkinum. Og tað er har vit koma í eitt dilemma. Tí tann satsningur, sum hetta landsstýrið vil gera, hann fer í seinasta enda at ganga út yvir ta føroysku vælferðina.
Skulu vit tí hava nakað fullveldi, so er tað eitt avgjørt krav, at vælferðin skal fylgja við.
- Hvat sigur tú so til, at vit skulu ikki hava vælferð eftir donskum standardum men eftir føroyskum tvs. eftir tí, sum vit formáa?
- Eg veit ikki, hvat føroyskur standardur er. Men vit minnast, hvussu gekk í kreppuni, tá stórur partur av fólkinum rýmdi av landinum, tí skorið varð inn á bein.
Fara vit eftir eini discount vælferðarskipan í Føroyum, so verður tað við kanska 30.000 fólkum.
Fólkið ímóti tá avtornar
- Men heldur tú tá avtornar, at fullveldisætlaninar fáa meira enn 50% undirtøku?
- Avgjørt ikki. Tá Føroya fólk fær at vita, hvat prísurin verður í gerandisdegnum, fyri tína familju, fyri tíni børn, fyri tey gomlu, fyri útbúgvingarskipanina osfr. tá fer fólkið at taka sakina í egnar hendur og atkvøða ímóti.
Vilja flokkarnir tí fáa nakað burtur úr, so mugu teir leggja seg eftir eini breiðari semju og nógv meira breið, enn hon er í løtuni.
Jóannes Eidesgaard heldur tað vera ein politiskan veruleika, at tann loysnin á sjálvstýrisspurninginum, sum kann fáa eina breiða undirtøku og kann vinna undirtøku í fólkinum er ikki tann, sum í dag verður framløgd av landsstýrinum. Tað er ein loysn, sum liggur eitt stað ímillum tað, sum sambandsflokkurin vil og tað sum samgongan vil. Og harvið verður javnaðar-flokkurin aftur relevantur, tí tað hevur nakað við tað uppskot, sum vit hava arbeitt við, at gera.
Gongur tú eftir eini breiðari loysn, so má tað vera ein politisk uppgáva at leita sær fram ta loysnina, og tað merkir, at teir flokkar, sum liggja báðumegin við, sambandsflokkurin og tjóðveldisflokkurin noyðast at geva nakað. Tjóðveldisflokkurin má bara viðganga tað, at vit fáa ikki alt men nakað, og at sambandið má broyta sína støðu til, at einki skal broytast.
- Hvussu heldur tú gongdin nú fer at verða í hesum málinum?
- Nú fer eitt útgreiningararbeiði í gongd, og harvið fara aðrir møguleikar enn fullveldi ikki at fáa ta djúptøknu kanningina, sum ynskiligt hevði verið.
Landsstýrið kann koyra málið ígjøgnum við 19 atkvøðum og heilt til samráðingar við danir. Men teir skulu vita, at tann eina dag, tá skal Føroya fólk til at velja. Og tað kann gott verða, at javnaðarflokkurin í løtuni ikki hevur annað at velja í enn at siga, at vit vilja í tann mun vit kunnu royna at ávirka samgonguna í tí politisku prosessini tann positiva vegin, men annars noyðast vit eisini at viðurkenna, at teir eru í sam-gongu, hava meirilutan men seta okkara álit til, at Føroya fólk, tá alt er komið á borðið, er komið til eina niðurstøðu, um at hetta tekur ein ikki undir við.
- Tá er nógv tíð farin og kemur málið at fella við eina fólkaatkvøðu, tá koma vit aftur at standa á berum , og tá kann ein siga, at alt hetta hevur verið til fánýtis. Og tí var tað einasta rætta at gjørt, um ein kundi víst á, at ein politiskt var búgving til at viðgera hetta málið, um forfongiligheitin og ambitiónirnar í hesum málinum vórðu lagdar til síðis eina løtu, so skuldi man sagt, at vit náa ikki tað sum tjóðveldisflokkurin vil ella tað sum sambandið vil. Men við at fara eftir tí sum liggur ímillum, soleiðis at man gjøgnum alla prosessina visti, at tá tað kemur til eina fólkaatkvøðu, so verða tað 90% av føroyingum, sum atkvøða fyri. Eg eri bangin fyri, at henda prosessin kann koyra so smælt fram, at hon hevur møguleika at fella, og so standa vit á púra berum.
- Og hvør veit, um ikki javnaðarflokkurin tá verður peikaður út sum svíkjarin, tí longu tað, sum er hent í Uttanlandsnevndini, er ein hin fyrsta ábendingin um, at tað skulu peikast út svíkjarar í hesum máli, og eg var kanska bara fyrsta offurið.