Apple fer at hækka prísirnar á vørum sínum

Hækkandi útreiðslur til minnisflísar fáa Apple at fyrireika príshækkingar á fleiri vørum.

Apple fer at hækka prísin á fleiri vørum, tí kostnaðurin fyri minnisflísar er vaksin nógv, sigur fráfarandi stjórin Tim Cook. (Savnsmynd: Josh Edelson/Ritzau Scanpix)

Amerikanska tøknifyritøkan Apple hevur ætlanir um at hækka prísin á sínum vørum. Tað sigur fráfarandi stjórin Tim Cook í einari samrøðu við The Wall Street Journal.

 

Sambært Tim Cook slepst ikki undan príshækkingunum, tí útreiðslurnar til minnisflísar (chips) eru hækkaðar nógv. Hann sigur, at Apple leingi hevur roynt at sleppa brúkarunum undan hægri kostnaðinum, men at tað nú er vorðið óhaldbært.

 

Enn er ikki greitt, nær príshækkingarnar koma í gildi, hvussu stórar tær verða, ella hvørjar vørur verða raktar.

 

Apple væntast at leggja nýggju iPhone 18-røðina fram í september. Sambært einari meting frá greiningarfyritøkuni TechInsights, sum The Wall Street Journal endurgevur, kann ein iPhone Pro hækka um 270 dollarar – svarandi til umleið 1.700 krónur – um Apple skal varðveita sama inntøkustøði.

 

AFP skrivar, at tann stóra útbyggingin av dátusentrum kring heimin hevur fingið prísin á minnisflísum at hækka nógv. Sambært tíðindastovuni eru flísaprísirnir hækkaðir við minst 50 prosentum hvønn ársfjórðing síðani síðst í 2025.

 

Tim Cook sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað líknandi prísvøkstur á flísum.

 

Samstundis skrivar amerikanski forsetin Donald Trump á Truth Social, at Apple hevur játtað at samstarva við Intel um at menna og framleiða flísar í USA. Reuters hevur tó ikki fingið hesa upplýsing váttað frá Apple ella Intel.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

Apple fer at hækka prísin á fleiri vørum, tí kostnaðurin fyri minnisflísar er vaksin nógv, sigur fráfarandi stjórin Tim Cook. (Savnsmynd: Josh Edelson/Ritzau Scanpix)