Arbeiðsgevari noktar at rinda bussførara frítíðarløn

Føroya Arbeiðarafelag hevur stevnt Suðuroyar Bygdarleiðum og í øðrum lagi Poul Johannes Poulsen fyri ikki at rinda einum bussførara frítíðarløn, hóast hetta er lógarkrav umframt eftirløn, trygging og limagjald, sum eru ásett í sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag

Í alt er talan um góðar 15.000 kr í frítíðarløn. Oman á hetta koma fleiri túsund kr afturat í trygging, eftirløn og limagjaldi til fakfelagið.

Samtak boðar í tíðindaskrivir frá, at málið byrjaði í 2006, tá ið ein bussførari gjørdi vart við, at hann ikki hevur fingið frítíðarløn. Tá ið málið var kannað, vísir tað seg, at hann manglar frítíðarløn heilt aftur til 2003 umframt eftirløn, trygging og limagjald til fakfelagið.

Eftirsum bussførarin heldur ikki hevði fingið setanarbræv ella lønarlistar, hóast hetta er sáttmálaásett, tók tað drúgva tíð at staðfesta, hvør arbeiðsgevarin í veruleikanum er.

Hóast Føroya Arbeiðarafelag og sakførari felagsins støðugt hava spurt, hví Spf Suðuroyar Bygdarleiðir kravdi frídøming, so svarar sakførarin hjá felagnmum og Poul Johannes Poulsen ikki fyrr enn eitt ára freistin í frítíðarlógini er farin. Mótparturin avvísti tí kravinum við grundgeving um, at málið var fyrnað. Hetta metir Føroya Arbeiðarafelag vera sera ódámligt.

Felagið stevndi og helt ikki, at fyrningarfreistin kann metast sum farin, tá ið arbeiðsgevarin tilvitað afturhelt týdningarmiklum upplýsingum um, hvør formliga stóð fyri starvssetanini. Avrátt varð tískil bæði at stevna Suðuroyar Bygdarleiðum og í øðrum lagi Poul Johannes Poulsen. Stevningin mótvegis Suðuroyar Bygdarleiðum er seinni slept.

Síðani málið byrjaði, er Frítíðargrunnurin komin upp í málið eftir áheitan frá løntakaranum, og nú hevur Poul Johannes Poulsen játtað at gjalda grunninum frítíðarlønina, sum hann noktar at gjalda løntakaranum.

Avgerð kann væntast í málinum í heyst.