Ísleifur er gamla Durid úr Klaksvík. Hann er nú heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og tó at skipið upprunaliga var bygt á Skála Skipasmiðju í 1976, os var tað kortini meiri av tilvild, at teir aftur komu hendavegin, nú skipið skuldi hava eina størri yvirháling.
Gunnar Jónsson sigur, at teir høvdu fingið eini 7-8 tilboð upp á arbeiðið, men at tilboðið frá Skipasmiðjuni á Skála var hitt mest áhugaverda. Tí tóku teir av.
Tilboð vóru annars komin ymsastaðni frá, sjálvandi úr Íslandi, men eisini úr øðrum londum; eitt nú Polen.
? Prísurin var sjálvandi tað týdningarmesta fyri okkum, og tað var eisini tí vit gjørdu av at taka við tilboðnum úr Føroyum, sigur Gunnar Jónsson, sum umframt at vera skipari eisini er annar av eigarunum av Ísleifi.
Lodna og sild
Teir báðir Gunnar og Leivur Ársælsson keyptu bátin úr Klaksvík í 1981, og hava síðani rikið hann.
Gunnar sigur, at fyrstu tvey árini gekst ikki so væl, tí lodnan bleiv burtur, og tá hetta er størsti parturin av fiskiskapinum, gjørdust hesi tvey árini tung.
Men síðani gekst betur í hond, og seinastu fim árini hava verið heilt góð. Serliga hevur tað verið góði lodnufiskiskapurin, ið hevur havt stóran týdning.
Umframt lodnu fiska teir eisini sild. Hetta fer fyri tað mesta fram í íslendskum sjógvi, men nú sildin tykist at hava tikið gamla ferðingarmynstrið upp aftur, royna teir eisini í føroyskum sjógvi.
Eisini fylgja teir sildini í norskan sjógv, og teir hava roynt nokk so fitt í Loynikrókinum. Men Gunnar sigur, at tað hevur ikki órógvað viðurskiftini við norðmenn, tí teir leggja ikki so nógv lag í, um sild verður fiskað har.
Alt verður landað í Íslandi, tí báturin hevur ikki kølitangar, og kann tískil ikki sigla langt við veiðini. Alt verður avreitt til fiskamjøl.
Hevur drigið út
Sum nevnt er lodnufiskiskapurin avgerandi fyri úrslitið hjá bátinum, og tí heldur Gunnar Jónsson, at tað hevur drigið nakað langt út at fáa bátin lidnan.
? Vanliga tekur lodnan seg upp um mánaðarskiftið januar/februar. Men íslendsku havkanningarskipini hava ikki enn rakt við lodnu, og tað boðar ikki frá góðum, sigur Gunnar Jónsson.
Sum kunnugt er eisini verkfall í íslendsku fiskivinnuni, og tí høvdu teir ikki sloppi út kortini. Av tí sama er vandin heldur ikki so stórur, um enn arbeiðið hevur drigið nakað longur út enn roknað var við.
Ein eygleiðari hevur verið í Føroyum alla tíðina síðani báturin kom higar 4. september, og umframt hava teir skiftst at verið her soleiðis, at altíð tveir ella tríggir mans hava verið á skipasmiðjuni. Seinastu tríggjar vikurnar hava so fleiri mans verið her, nú báturin var um at vera liðugur.
Ísleifur fór aftur til Íslands í fyrradagin, og Gunnar Jónsson væntaði, at teir sluppu til fiskiskap rímiliga skjótt.
? Verkfallið hevur so mikið stóra ávirkan á íslendska samfelagið at eg rokni við, at Altingið leggur uppí og steðgar tí við lóg, metti hann.
Vanliga eru einir 14?15 mans við Ísleifi.