Hagstovan:
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Í januar var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er 0,1 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.
Í januar vóru 345 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum er 47 færri enn í sama mánað árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fullatíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í januar vóru tað 296 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 37 færri enn í januar í fjør.
Í januar vóru 131 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 110, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er minkað við 0,1 prosentstigi í mun til árið fyri.
214 menn vóru raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 187, sum svarar til 1,1 prosent. Hetta er minkað við 0,2 prosentstigum í mun til árið fyri.
Í januar var arbeiðsloysið minst í Vága øki við 0,5 prosentum, sum er helvtin av hvat tað var sama mánað árið fyri. Í Suðuroyar øki var arbeiðsloysið størst við 1,6, sum er 0,4 prosentstig hægri samanborið við januar í fjør.
Fleiri útgreinað hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
Størsta arbeiðsloysið í januar var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,3 prosentum, hóast tey høvdu eina ta størstu minkingina við 0,4 prosentstigum. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 16 til 24 ár við 0,6 prosentum, sum er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Í hinum aldursbólkunum er minni broyting.
Í januar vóru 45 persónar ella 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Hetta er á leið tað sama talið av persónum sum í fjør.
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.
Meira sæst av grafum og talvum við at trýsta her










