Tíðindaskriv:
Vitlíki, ella AI, blívur ein alsamt størri partur av gerandisdegnum og eisini av tónleiki og tónleikaskapan. Til dømis kunnu nevnast “Jacub” úr Svøríki og “The Velvet Sundown” í USA, ið eru dømi um vitlíkis artistar, ið hava klárað seg sera væl á Spotify.
Vitlíki gevur okkum alsamt fleiri hentleikar til at gera tónleik, men hevur eisini avbjóðingar til tær siðbundnu fatanirnar av, hvør hevur skapt tónleikin. Líknandi kjak hevur eisini verið fyrr, t. d. tá man byrjaði at nýta samplingar í tónleiki. Men er hettar tað sama kjakið, ella er hettar eitt nýtt kjak?
Katla Heðinsdóttir greiður frá, hvussu vit heimspekiliga kunnu fyrihalda okkum til vitlíki.
Sunleif Rasmusen fer at greiða frá hvussu tey í Nordisk Komponistråd viðgerða avbjóðingarnar við vitlíki í tónleiki.
Sunleif fer síðani saman við Jenný Augustudóttir Kragesteen, Ragnar Finson og Ronju Rasmussen, at hugleiða um hvar vit standa og hvørjar broytingar eru fyri framman og hvussu vit kunnu møta teimum. Kári Sólstein er orðstýrari og Tónleikasamband Føroya er samskipari av tiltakinum, saman við Felagnum Føroya Tónaskøld.
Tiltakið er ókeypis og er eitt av tveimum tiltøkum, sum TSF samskipar, sum upphiting til FMA 2026, sum verður 6. mars í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerki fæst her
Lýsingartekst og lýsingarmynd eigur Chatgpt.










