Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein týðandi liður í, at fáa fleiri veitarar knýttar at skipanini, og at hetta er ein prísjavni, sum veruliga fer at muna hjá brúkarunum.
- Tað var í samband við fíggjarætlanararbeiðið fyri 2026, at viðmælt varð, at peningur skuldi setast av til at endurskoða og regluera sjógvhita frá sjógvhitaskipanini hjá Klaksvíkar kommunu.
- Verkætlanin við sjógvhitanum er framvegis ikki liðug, og tí hevur ikki verður møguligt at økja um talið á brúkarum, men seinastu tíðina hava tað verið gjørdar ymiskar útbyggingar, sum ger tað møguligt, at fáa fleiri brúkarar uppí skipanina.
- Hetta styrkir bæði støðuna hjá kommununi sum veitara av grønari orku, og betrar um møguleikarnar hjá kommununi at fáa nýggjar brúkarar at knýta seg í eina grøna orkuskipan til ein kappingarføran prís.
- Saman við Varpinum, Biskupstorgi, Føroya Banka, Angus, Kappróðrarneystinum, Betesda, Føroya Tele, Norðoya Sparikassa, Skúlatrøð og Rótini eru KG og LÍV bygningurin nú eisini knýttir uppí skipanina, og tískil er óvist, hvat avkastið verður í 2027, men ynski er framvegis at vera so tætt at upprunaligu ætlanini hjá kommununi, sum var ein søluprísur á umleið 25 oyru kWh. Eitt er tó vist, og tað er, at fermetrarøkið við sjógvhitanum er tvífaldað seinasta árið, og tað er eitt stórt framstig.
- Fíggjarnevndin samtykti eisini, at prísreguleringar framyvir verða gjørdar árliga í samsvari við upprunaliga tilmæli frá 2019, sigur Karl Johansen, sum fegnast um, at ferð aftur verður sett á hesa týðandi verkætlan.










