DR1 vísir í kvøld klokkan 19 ein dokumentar, har tey bæði elstu børnini í sonevnda Brønderslevmálinum taka blaðið frá munninum og siga sína søgu. Tað var í februar í fjør, at elsta dótturin í samanløgdu familjuni í frosti og kava meldaði foreldrini fyri misnýtslu.
Tann tá 19 ára gamla gentan kundi fortelja um misnýtslu, bukan og eitt lív í ræðuligari óhumsku fyri tey tíggju børnini, sum tá vóru millum tvey og 19 ár.
Gjøgnum fleiri ár er nú 22 ára gamla Michelle bukað og systematiskt neyðtikin av stjúkpápanum. Í dokumanterinum Børnene fra Brønderslev sigur hon og 19 ára gamli bróðurin, Martin, um ræðuleikarnar og til ber at síggja, hvussu út sá í húsunum.
DR hevur fylgt teimum báðum elstu børnunum gjøgnum longri tíð, og dokumentarfilmurin verður vístur klokkan 19 sum revsingin hjá foreldrunum verður kunngjørd somu tíð í kvøld.