B36 skal royna seg í Belfast

Fótbóltur: Týskvøldið spælir B36 undanumfar í Champions League ímóti Linfield úr Belfast, Norðurírlandi. Hóast Linfield eigur heimsmet við 51 meistaraheitum og er greipuvinnari seinastu trý árini, so skuldi ein góður møguleiki verið til staðar ímóti einum liði, sum spælir í einari veikari deild samanborið við teirra frammanundan ivasomum egnum landsliði

Nú verður ikki bíðað longur. Í annaðkvøld byrjar evropeiska ævintýrið hjá tveimum av føroysku feløgunum, nevniliga Víkingi og B36. Meistararnir úr B36 hitta meistarunum úr Norðurírlandi, Linfield. Linfield hevur so at siga verið einaráðandi í IFA Premiership, sum besta deildin í Norðruírlandi eitur. Soleiðis hevur tað verið í eitt longri tíðarskeið, og tað sama siga søgubøkurnar. Við sínum 51 meistaraheitum í 126 ára longu søgu felagsins eru teir úrslitabesta felagið í norðurírskum fótbólti nakrantíð. Felagið hevur vunnið greipuna trý ár á rað, og í fjør vóru teir greitt yvirlegnir og vunnu IFA Premiership við heili 14 stigum til næstfremsta liðið.

Ikki í dystarvenjing
Ein hin størsti fyrimunurin hjá B36 kann verða, at Linfield ikki er í góðari dystarvenjing. Kappingarárið hjá teimum endaði fyri tveimum mánaðum síðani, og eru flestu leikararnir júst heimkomnir av summarferiu teirra. Linfield spældi ein venjingardyst ímóti Bangor City úr Wales fríggjadagin. Dysturin endaði 1-1, og valdi Linfield-venjarin at nýta heili 19 ymiskar leikarar henda dystin.
Støðið á heimligu kappingini í Norðurírlandi og á landsliði teirra metist at vera stórt, og hava bara tríggir leikarar hjá Linfield fingið ávikavist átta, tveir og ein dysti fyri landsliðið. Eingin av teimum, sum hevur verið partur av norðurírska landsliðnum hetta seinasta árið, spælir í heimligu kappingini.

Royndur venjari
Venjarin hjá Linfield, 49 ára gamli David Jeffrey, hevur verið venjari hjá liðnum í heili 16 ár. Hann kennir felagið innan úr blóðinum og hevur verið partur av felagnum í 29 ár. Eftir fýra ár í ungdómsdeildini hjá Manchester United, skifti hann til Linfield sum 20 ára gamal, har hann røkti miðverjupláss í 11 kappingarár, áðrenn hann skifti til Ards og seinni Larne. Sama árið, sum hann gavst sum leikari - tað var í 1996 - varð hann settur sum hjálparvenjari hjá Linfield, og longu árið eftir varð hann settur sum høvuðsvenjari.
Har hevur hann verið síðani, og tað er ikki uttan grund. Hann hevur vunnið heili 30 steyp við felagnum og eigur eina røð av metum sum ársins- og mánaðarins venjari í IFA Premiership.

Vandamiklir áleyparar
Í heimligu kappingini hevur Linfield serliga sermerkt seg við at hava vandamiklar áleyparar, og er tað ikki av ongum, at eini áleypari teirra verður nevndur ”Pistol Pete”. Peter Thompson skeyt fyrr í ár sítt mál nummar 200 fyri felagið, og hevur hann eisini verið og roynt seg sum fulltíðarleikari í enska Stockport County, har tað tó ikki gekst honum serliga væl og hann vendi heimaftur til Linfield. Hann hevur spælt átta dystir fyri landsliðið og skotið eitt mál.
Felagið hevur til hetta kappingarárið eisini styrkt álopið við at keypa toppskjúttan hjá argastu kappingarneytanum, walisiska Matthew Tipton úr Portadown.
Tað er gjøgnumgangandi fyri allan hópin, at teir hava leikarar, sum hava roynt seg í lægru deildunum í Onglandi, sum má sigast at vera eitt styrkistekin. Tó kann tað hinvegin eisini bara vera eitt dømi um, at teir liggja væl fyri geografiskt at senda leikarar hagar.

Hava áður rokkið langt
Linfield hevur verið fastur gestur í evropeisku kappingunum í nógv ár, og besta úrslit teirra man uttan iva hava verið heilt afturi í 1967, tá ið teir spældu seg heilt fram til kvartfinaluna í European Club.
Í nýggjari tíð er Linfield einaferð komið víðari til 2. umfar í Champions League. Hetta var í 1994, tá ið teir hóast samlað 2-3-tap komu víðari, eftir at mótstøðuliðið Dynamo Tbilisi varð útihýst úr kappingini fyri match-fixing. Í 2. umfari vann Linfield 3-0 heima ímóti FCK, áðrenn teir í returdystinum taptu 0-4 og ruku út.
Í fjør fekk Linfield eitt rímiligt úrslit. Teir spældu javnt 1-1 á heimavølli ímóti BATE Borisov úr Hvítarusslandi, sum fyri trimum árum síðani var partur av bólkaspælinum í Champions League. Teir taptu tó returdystin 0-2 og ruku tískil úr kappingini.