Fram hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri aðalfundin hjá FSF í dag. Uppskotið snýr seg um, at allir teir, sum luttaka í 5. deild menn, skulu vera fyltir 30 ár 1. januar í kappingarárinum.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Fram, at 5. deild menn er ein motiónskapping. Teir vísa á, at aldursmarkið í old boys deildini er 35 ár, og vilja á sama hátt hava 30 ára aldursmark í 5. deild.
Og so siga teir:
? Flest øll 5. deildarliðini hava leikarar, sum eru yvir 30 ár, men tá finalurnar verða leiktar, verða liðini styrkt við unglingaspælarum og øðrum leikarum, og tá er tað ítróttarliga virðið burtur.
Tí vil Fram hava reglarnar broyttar hesum viðvíkjandi.