Hvønn seinnapart í summar hevur Barometrið verið í luftini. Ein væl løtt og vælumtókt sending við innsløgum, kappingum, tema-døgum, tónleiki og øðrum.
Týsdagin vóru vit ein túr við teimum báðum reportarunum, Hera Jacobsen og Jens Tummas Næss, meðan teir koyrdu runt í býnum og gjørdu beinleiðis innsløg til sendingina.
Lagt var fyri uppi í útvarpinum. Eitt sindur áðrenn klokkan trý er ruðuleiki. Billyklarnir eru horvnir, um eina lítla løtu skal slagið byrja niðri á fasta plássinum ? rundkoyringini við pylsuvognin á keiini.
Eitt sindur av rennaríið her og har, lyklarnir koma aftur í aftur, og so er ikki nógv annað at gera, enn at leggja til brots.
Útvarpsbilurin stendur klárur í túninum og bíðar. Hetta man hann vera vanur við.
Vit koyra Yviri við Srond, og eitt, tvey, trý so standa vit niðri við rundkoyringina. Nú er klokkan trý.
? Í dag eru vit tíðliga á veg, sigur Jens Tummas skemtandi. ? Vanliga plagar tað at vera soleiðis, at vit parkera bilin og leypa út í rundkoyringina og so beinleiðis í luftina. Men í dag liggur heldur betri fyri.
Eftir eitt sindur av baksi við sendara og mikrofon riggar alt endiliga sum tað skal, og nú eru teir í luftini. Eingin av teimum, sum situr og lurtar hevur ánilsi fyri, alt stríðið og roksið sum hevur verið frammanundan, og teir báðir ljóða, sum teir hava staðið klárir niðri í rundkoyringini í fleiri tímar.
Lagið er gott, og tey skemta allatíðina. Nógvir bilar koyra framvið hesa løtuna. Helst er tað tí, tey vilja síggja reportararnar báðar. Men tað eru ikki bert reportaranir, sum eru í góðum lag. Hetta er eisini galdandi fyri fólkini, sum ganga og koyra framvið. Bilarnir floyta og fólkini heilsa. So vit kunnu siga, at reportararnir eru sera væl umtóktir.
Innsløg
Tað er verri enn so ikki hvønn dag, at øll innsløgini eru fyrireikað, men í dag eru vit heppin. Fleiri avtalur eru gjørdar, so teir vita, hvagar leiðin liggur eftir byrjanina niðri í rundkoyringini.
Fyrsta stopp: Blindastovnurin. Her tosa teir við Una Rasmussen, ið er massør, ella vøddamýkjari, sum tað eitur á føroyskum.
Lagið er gott allan vegin. Smædnir eru teir heldur ikki, so tað fær fólk, ið eru á vegnum ella til gongu at venda sær, hyggja, og kanska enntá smílast eitt sindur.
Frá Blindastovninum leggja vit leiðina út á Fóm Ís. Her sita tveir av bilførarar, Jens og Katja, og drekka kaffi. Tey hava kaffisteðg nú, men arbeiði teirra er at koyra ís kring alt landið. Meðan tosað verður um ís, fær ein av reportarunum eitt hugskot. Hann heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um Fóm fór at koyra við "hjemmeis".
Eisini sleppa vit ein túr inni í frystirúmið, har allir ísarnir eru. Og reportararnir fáa tvær ístertur heim við aftur.
Á veg út í Blákrossbúðina skemta reportararnir óført. Teir eru í góðum lag og finna allatíðina upp á okkurt stuttligt.
Blákrossbúðin er ein handil, ið selir endurnýtslu klæðir bíliga. Her eru nógv fólk komin. Tey venda sær øll forvititn, tá tey síggja reportararnar ? smílast eitt sindur, men vilja ikki rættiliga gera vart við seg.
? Fólk ræðast mikrofonina, sigur Jens Tummas. ? So skjótt sum tey síggja eina mikrofon, so eru tey vekk.
Tá reportararnir hava leitað eina góða løtu finna teir umsíðir onkran at tosa við. Og nú vil Heri hava nýggj klæðir. Tað tekur leingi at finna tað heilt rætta, men hann fær góða hjálp. Tá alt kemur til alt hevur hann keypt sær einar brúnar buksur, eina gula skjúrtu og ein jakka. Slipsið fær hann ókeypis. Nú er hann sum spildurnýggjur, og alt fekk hann fyri bara 80 krónur. Hesi klæðini høvdu kostað væl yvir 1000 krónur, hevði hann skulað keypt tey nýggj.
Seinasta innslagið er komið undir land, og nú gongur leiðin oman aftur har reportararnir báðir byrjaðu sendingina.
Klokkan nærkast fimm, og reportararnir standa klárir niðri í rundkoyringini. Nógv fólk er komið oman, og nógvir bilar koyra framvið. Og meðan Heri gongur "catwalk", floyta bilarnir. Seinastu minuttirnir hjá reportarunum eru í luftini, og nú er enn ein sending liðug. Nú er ikki nógv eftir. Nakrar fáar sendingar afturat, og so fer barometrið í dvala. Men eitt er vist. Spitarin hevur verið í botni (ikki bókstaviliga) í alt summar.