Barsilsskipan í andgletti

    

Landsstýrismaðurin í vinnumálum legði í vikuni fram uppskot um munandi broytingar í verandi barsilsskipan. Broytingar, sum í stóran mun undirgrava endamálið við skipanini. Broytingar, ið Tjóðveldisflokkurin ikki fer at taka undir við.

Endamálið við barsilsskipanini
Endamálið við barsilsskipanini er at tryggja, at familjur ikki hava fíggjarligan miss tá mamman og/ella pápin fara í barsil í samband við barnsburð. Tí verður 100% lønarendurgjald latið í barsilstíðini.
Eisini er endamálið at tryggja, at kvinnur á privata arbeiðsmarknaðinum fáa somu barsilstreytir sum kvinnur á almenna arbeiðsmarknaðinum. Og hartil er endamálið m.a. at geva familjum møguleika at velja, hvørt mamman ella pápin skulu verða heima hjá barninum eftir 14. viku eftir barnsburð.

Uppskotið úr Vinnumálaráðnum undirgrevur skipanina
Men uppskotið til broytingar frá vinnumálaráðharranum undirgrevur høvuðsendamálini við skipanini.
Eitt nú er í uppskoti at lækka útgjaldið úr 100% í 90% av lønarinntøkuni. Hetta rakar øll tey, ið starvast á privata arbeiðsmarknaðinum, tí tey alment løntu eru tryggjaði 100% lønarendurgjald umvegis sáttmálar. Hetta skapar eina ójavnvág og órættvísi.
Eisini verður skotið upp, at pápar, ið fáa part av barsilstíðini hjá mammuni, ikki fáa lønarendurgjald, men fáa gjald roknað út frá lønarinntøkuni hjá mammuni. Hetta vil forða fleiri familjum fíggjarliga í at velja, hvørt mamman ella pápin eru heima hjá barninum eftir 14. viku eftir barnsburð. Harvið er valið ikki frítt.
Eisini verður skotið upp av vinnumálaráðharranum, at kvinnur ikki kunnu fara í barsil upp til 13 vikur undan barnsburð, um hesar gerast sjúkar. Hereftir skulu tær undir dagpeningaskipanina, og fáa harvið munandi minni útgoldið.
Hetta eru allar broytingar, ið eru við til at undirgrava endamálið við barsilsskipanini.

Tá heldur fremja hesar broytingar: a) Hækka inngjaldið
Higartil hevur kostnaðurin av skipanini verið býttur millum arbeiðsmarknað og landskassa. Men í framtíðini skal skipanin fíggjast av arbeiðsmarknaðinum, eins og ALS. Hetta fer at krevja at inngjaldið hækkar. Hvussu nógv veldst um, hvussu stórt útgjaldið skal verða. Men verður talan um at hækka inngjaldið eitt nú úr 0,25% uppí 0,5%, gevur hetta um 30 mió. meira í inntøkum frá arbeiðsmarknaðinum. Harvið fær skipanin um 60 mió. kr. at arbeiða við.
Havandi í huga at ALS gjaldið er lækkað við 0,5% í ár (lækkaði úr 1,25% í 0,5% og síðan hækkað til 0,75%), vil ein øking av barsilssgjaldinum við 0,25% helst ikki verða ein stór byrða fyri partarnir á arbeiðsmarknaðinum.

b) Velja millum
6 og 9 mdr.
Tá farast skal undir broytingar í skipanini, hevði tað verið upplagt at gjørt nakrar betringar í barsilsskipanini. Eitt nú at nýtt høvið at givið foreldrum valmøguleika millum styttri og longri tíðarskeið. Ein møguleiki kundi verið, at givið foreldrum møguleika at velja millum 36 vikur (9 mdr.) við 80% lønarendurgjaldi og 24 vikur (6 mdr.) við 100% lønarendurgjaldi - sum nú. Útgangsstøðið eigur at verða 100% lønarendurgjald, men ynskja foreldur eina aðra loysn hevði tað verið gott um møguleiki varð fyri hesum.

c) Foreldur frælsi at velja
Í dag kunnu foreldur frá 14. viku eftir barnsburð velja, hvørt mamman ella pápin eru heima, og fáa lønarendurgjald frá barsilsskipanini. Hetta frælsið eigur sjálvsagt ikki at verða skert - um nakað so víðkað.

d) Møguligar avmarkingar
Skulu avmarkingar gerast fyri at avmarka útgjaldið kundi ein loysn verið at lækka lønarendurgjaldsloftið á 35.000 kr. niður í 25.000 kr um mánaðan.
Somuleiðis kunnu treytir setast fyri, at pápin fær part av barsilstíðini hjá mammuni. Soleiðis at skilja, at í dag kunnu pápar fara í barsilsfarloyvi við fullari løn, hóast mamman er heimagangandi og heima hjá barninum. Hetta hevur helst ikki verið upprunaliga ætlanin við skipanini. Ætlanin er hinvegin at tryggja, at eitt av foreldrunum kann verða heima hjá barninum uttan at missa lønarinntøku. Tí kundu treytir verið settar, ið tryggja at henda meginreglan verður hildin.

Børnini eru størsta tilfeingi Føroya
Nógv verður í hesum døgum tosað um tilfeingi, serstakliga føroyska tilfeingið í sjónum. Men ongin ivi skal verða um, at børnini eru virðismiklasta og størsta tilfeingið, ið Føroyar eiga - nú og í framtíðini.
Tað er tí okkara uppgáva at fremja ein barna- og familjuvinarligan politikk - og at geva børnunum so góða byrjan sum møguligt - og hetta er m.a. ein góð barsilsskipan við til at tryggja.