Ber orðið brek?

Á Klaksvíkar Bókasavni varð í gjárkvøldið kjakast um evnið: Ber orðið brek?

Á Klaksvíkar Bókasavni varð í gjárkvøldið kjakast um evnið: Ber orðið brek?

 

Hvønn týdning hevur tað, hvussu vit orða okkum um fólk, ið bera brek, var tað í kjakið eg framløgurna snúguð seg um.

 

Ætlanin við pallborðsfundinum er at fáa eitt kjak um orðið brek, og um møguleiki er at finna eitt nýtt orð fyri orðið “brek”.

 

Kjakast var umvegis eitt pallborð, har við broðið sótu:

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna

Katrin Næs, Málráðið

Martin Johannesen, skrivstovumaður

Sigrun Wardum, forkvinna í Javna

Øssur Winthereig, journalistur

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF leiddi fundin.

 

Ymisku upp- og hugskot vórðu vend, so MBF, Meginfelag teirra, ið bera brek, hevur fingið okkurt at hugsa um.

 

Sama kjakevni verður tikið upp aftur á fundi á bókasavninum við Løkin 15. februar kl 19.