Bilur á sjógv í Klaksvík

Alt bendir á, at óvitar spældu í honum

Út ímóti midnátt í gjárkvøldið  fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin á sjógv í Klaksvík.

 

Løgreglan sigur, at talan var um ein bil, sum stóð á einum innihegnaðum plássi við eitt bilverkstað.

 

Alt bendir á, at tað vóru óvitar, sum høvdu spælt í bilinum, og so vóru teir kanska komnir til at loysa hondbremsuna, ella okkurt sovorðið, so at bilurin rullaði ígjøgnum hegnið, og fór á sjógv.

 

Men tað er greitt, at ongin var í bilinum, tá ið hann rullaði á sjógv

 

Annars sigur løgreglan at tað hevur verið stak friðarligt, Tónleikastevna hevur við Við Múrin í Kirkjubø, men tað gekk friðarliga fyri seg, og haðani hevur løgreglan onga fráboðan fingið í nátt.