Leygarkvøldið 3. september verður dansur við Blackbirds í Dansifrøi.
Blackbirds er nú klárt at framføra aftur fyri Føroya fólki. Brøðrinir Àrni, Marner og Jóan Petur Andreasen, saman við Oskar Eirikson, Ronnie Nielsen og Heina Sivertsen hava ikki spælt saman síðan einaferð í 90'inum, og tískil verður sera spennandi at hoyra teir aftur syngja teirra gomlu dýrgribarnar.
Dyrnar opna kl. 20.00, og tá verður møguleiki at keypa sær ein betri bita, og okkurt gott afturvið. Sjálvur dansurin byrjar um 23'tiðina, tá Blackbirds fara á pallin.
Hesum boða fyrireikarar frá.