Breivik í rættinum í dag - krevur at verða leyslatin

Hann møtti upp í rættinum við nazi-heilsan til dómaran og skeltum við rastistiskum boðskapum

Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix

Illa gitni norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, er í rættinum í Noregi hesa vikuna. Tað er hann tí hann krevur at verða royndarleyslatin. Hann hevur verið fongslaður í 10 ár eftir óbótagerðina, hann framdi 22. juli 2011, tá ið hann hann drap frá hond í Olso og á Utoya, har norski arbeiðaraflokkurin hevði ungdómslegu.

 

Hann varð dømdur at sita í varðhaldi í 21 ár, sum er harðasta revsing sum er í Noregi, men verður hann framvegis mettur at vera vandamikil, kann hann verða dømdur at verða sitandi.

 

Men tá ið hann hevur sitið í 10 ár, hevur hann krav upp á at søkja um at verða royndarleyslatin. Tað hevur hann gjørt og tí er hann í rættinum hesa vikuna. Rætturin varð settur í morgun og fer væntandi at vara til mikudagin.

 

Tá ið Anders Behring Breivik, sum nú kallar seg Fjotolf Hansen, møtti í rættinum, beyð hann dómaranum góðan morgun við eini nazi-heilsan og uppi á sær hevði hann skelti um tað, hann kallar ágangin ímóti teimum hvítu. «Stop your genocide against our white nation», stóð á einari plakat, men dómarin bað hann leggja plakaturnar til viks, tí tað vildi hann ikki síggja í rættarsalinum.

 

Tað, sum rætturin skal taka støðu til, er um Breivik framvegis er so vandamikil, at samfelagið má verjast ímóti honum, ella um hann ikki longur er til vanda fyri onnur.

 

Hann er eisini spurdur í morgun um hann angraði sínar gerðir tann 22. juli 2011. Tað svaraði hann ikki upp á, men førdi nazistisk sjónarmið fram, sigur NRK. Sjálvur sigur Breivik, at hann er valevni hjá nazi-rørsluni í Noregi til stórtngsvalið.

 

Eygleiðarar í Noregi eru á einum máli um, at Breivik hevur ongan sum helst møguleika fyri at verða royndarleyslatin.

 

Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix