– Mest umráðandi fyri okkum er at Tórshavn verður ein meira samanhangandi og fjøltáttaður býur enn í dag, siga vinnararnir av arkitektakappingini um miðbýin, Ragnar Zachariassen og Søren Yde Jensen, sum eiga besta hugskotið, hvussu miðbýurin í Havn eigur at síggja út.
Afturat heiðurinum og eini virðisløn á 350.000 krónur mælir dómsnevndin samstundis til, at teirra arkitektavirki, ZETA Architects, verður knýtt at kommununi sum ráðgevi í framhaldandi arbeiðinum at menna miðbýin í Havn.
– Vit vilja dagføra tey ting, sum í dag gera Tórshavn til nakað serligt. Vit vilja byggja víðari á tað góða, sum býurin í dag hevur at bjóða, siga Ragnar Zachariassen og Søren Yde Jensen.
Les eisini: ZETA Architects eiga besta hugskotið
ZETA Architects skjóta millum annað upp at taka niður forðingar og avmarkingar í miðbýnum, eitt nú nakrar grótgarðar. Niðasti partur av Tinghúsvegnum verður lagdur um, soleiðis at Tinghúsið fær frægari atgongd, samstundis sum Vaglið fær eitt víðari og dámligari skap.
Við Vestaruvág er skotið upp at leggja nýtt mentanarhús á Skálatrøð. Saman við havnarlagnum skal hetta gerast eitt týdningarmikið rúm fyri mentan og list. Á økið við Eystaruvág er skotið upp at byggja íbúðir inn móti berginum. Tær verða lagdar soleiðis, at gongt er út á grønar tekjur. Sama er galdandi fyri uppskotið á Skálatrøð, har lendið partvíst verður endurskapað, sum tað einaferð var - nú í nýggjum líki.
Havnará skal eisini verða latin upp á ávísum strekkjum fyri at fáa gamla og tiltikna áartutlið aftur í miðbýin.
Eisini hava Zeta Architects eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu knútapunktið við Steinatún eigur at síggja út.
Vinnarin av arkitektakappingini hjá Tórshavnar Kommunu um miðbýin varð funnin á samkomu í Múllers Pakkhúsi seinnapartin. Til ber at síggja myndir frá tiltakinum við at TRÝSTA HER.
Til ber at síggja myndir úr vinnandi uppskotinum hjá Ragnari Zachariassen og Søren Yde Jensen við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Ragnar Zachariassen og Søren Yde Jensen við at trýsta á pílin undir myndini.